Eykaaðalfundur
Á eykaaðalfundi klokkan 10 í morgun fer Ráfiskaseljarafelagið at tosa um støðuna, nú semja ikki er í felagnum um nýggju uppboðssøluna, sum ætlanin hevur verið at stovnað saman við Ráfiskakeyparafelagnum og Fiskamarknaði Føroya.
Lagt hevur verið upp til, at Fiskamarknaður Føroya skal eiga helvtina av nýggju uppboðssøluni, og Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið hina helvtina.
Ein minni nevnd hevur vegna partarnar í málinum arbeitt saman við advokati um, hvussu nýggi bygnaðurin skal síggja út, og feløgini hava hvør í sínum lagi kunnað sítt bakland um gongdina so hvørt, sum málið hevur tikið skap.
Nú tað leið móti endanum, og feløgini skuldu kunnað sítt bakland um úrslitið, var ikki semja í Ráfiskaseljarafelagnum um at verða við longur.
Virða støðuna
Árni Joensen, sum er formaður í felagnum, hevur ikki hug at fara út í smálutir við, hvat skilti partarnar nú móti endanum.
- Eg haldi ikki, at tað hevði verið rætt av mær mótvegis einstøku limafeløgunum at útgreina tey mál, sum semja ikki er um.
Hann sigur, at tá ið Ráfiskakeyparafelagið hevur ført fram, at Ráfiskaseljarafelagið er lopið frá eini semju, er hetta ikki rætt.
- Tað er rætt, at ráfiskakeyparar og ráfiskaseljarar høvdu eina semju um at fara upp í Fiskamarknaðin, men tað merkir ikki, at samráðingarnar um ymisku viðurskiftini vóru lidnar. Tað var her, vit ikki náddu á mál, nú tað leið móti endanum, og vit noyðast at virða støðuna hjá limafeløgunum.
Árni sigur, at hóast stígur kom í ætlanina at stovna eina nýggja uppboðssølu saman við nevndu feløgum, stendur Ráfiskaseljarafelagið, sum hevur seks limafeløg, framvegis saman sum felag.
Limafeløgini í Ráfiskaseljarafelagnum eru: Felagið Trolabátar, Meginfelag Útróðrarmanna, Felagið Línuskip, Felagið Trolskip, Felagið Lemmatrolarar (djúpvatnstrolarar) og Felagið Garnaskip.
Nýggj samtykt
Árni sigur, at eykaaðalfundurin í dag verður ikki so ógvuliga formligur.
- Men vit fara at viðgera støðuna, soleiðis sum hon er, og væntandi fara vit eisini at atkvøða um hetta málið einaferð aftrat.
Hann vísir á, at Ráfiskaseljarafelagið á aðalfundi í desember seinasta ár samtykti at fara upp í hesa tilgongdina.
- Er støðan hjá felagnum ein onnur í dag, og vit ikki kunnu semjast um at verða við, mugu vit broyta hesa samtyktina, sigur Árni Joensen, sum í gjár ikki dugdi at meta um, hvat úrslit eykaaðalfundurin í dag kemur til.










