Eyguni eru vend ímóti lagnudystinum ímóti AB

(Ljóðsamrøða frá Rás2) TB-venjarin kann liva við tapinum ímóti HB. Fokusið er at vinna á AB á heimavølli komandi sunnudag

Høvuðsvenjarin hjá TB, Sigfríður S. Clementsen var greiður yvir, at tað fór at verða tungt hjá einum skerdum TB-liði at fáa stig ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í dag. TB-venjarin sigur seg kunna liva við tapinum ímóti einum sterkum heimaliði í dag, og nú eru øll eygu og alt fokus á komandi heimadyst ímóti AB.

 

Tó er Sigfríður S. Clementsen leikliga nøgdur við tann fyrsta partin av dystinum, tá TB stóð seg væl, og liðið eisini kom til nakrar málmøguleikar, men tá HB økti til 2-0 gjørdist arbeiðssetningurin tungur fyri dystin í dag.

 

Nú vilja Sigfríður S. Clementsen og hansara menn parkera niðurflytingarspøkilsið við einum sigri á AB komandi sunnudag. Vinnur TB á AB, so verða 11 stig á muni áðrenn farið verður í holt við sjey tey seinastu umførini: - Talan er um ein seksstigsdyst ímóti AB, staðfestir Sigfríður S. Clementsen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sigfríð S. Clementsen beinleiðis á Rás2 aftaná 1-4 tapið hjá TB ímóti HB.