Eyðun og krimi á bókacafe í Klaksvík

Í kvøld klokkan 19.30 verður bókacafe á Klaksvíkar Bókasavni við Eyðuni Klakstein um krimisøguna List.

 

List er fyrsta skaldsøga hjá Eyðuni Klakstein. Í bókini verður eitt Mikines-meistaraverkið stolið, og leiðarin á listasavninum Sára Emmudóttir kemur í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.

Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið.

Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar.