Eyðun: Vánaligasti hálvleikurin í ár

FM1: Eyðun Klakstein er alt annað enn nøgdur við fyrra hálvleiki í dag

Skála spældi í kvøld javnleik 1-1 móti EB/Streymi á Eiði, men tað kundi sæð nógv verri út, um ikki Skála kom fyri seg í seinna hálvleiki.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta pílin undir myndini

 

- Hetta er vánaligasti hálvleikurin í ár. Vit eru hepnir, at tað er bara 1-0 EB/Streym í hálvleikinum. Higartil hava vit spælt allar dystirnar frá byrjan til enda, so hetta má ikki henda aftur, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála við FM1.

 

Les eisini: Tað var sum dagur og nátt

 

Hann er tó væl nøgdur við seinna hálvleik, har tað eydnast Skála at javna við máli, sum Jákup Johansen skorar eitt korter fyri tíð.

 

- Fyri okkum er tað týdningarmikið at svara aftur, tá vit koma út til seinna hálvleik. Tað er í ordan, at vit fáa eitt stig í dag, sigur Eyðun Klakstein.

 

Skála hevur 19 stig eftir 20 dystir, og liggur á 7. plássi.