Eyðun og Terji í Manhattan

Í kvøld 2. mai møtast tvær føroyskar legendur í Manhattan; Eydun Nolsøe og Terji Rasmussen.

Eyðun og Terji koma framvið at framføra. Teir byrja klokkan 23 og enda klokkan 03.

 

Hvør sær - og saman - hava báðir garvaðu tónleikararnir smíðað eitt ótal av føroyskum slagarum síðani fyrru helvt av 80´unum og tað eru júst hesi løgini, ið verða spæld fríggjakvøldið í Manhattan.