Tvær stórar føroyskar stjørnur á pall í PUB Manhattan. Fríggjakvøldið 19. juni fer Eyðun Nolsøe at spæla livandi tónleik í PUB Manhattan. Hann fer at spæla bæði sangir, ið hann sjálvur hevur skrivað, og eisini kendar útlendskar sangir. Eyðun er ikki ein og hvør. Hann er kendur her á landi, sum ein frálíkur tónleikari og sangari. Í apríl 2008 gav Eyðun út fløguna ?So Nógvar Røddir?.
Leygarkvøldið 20. juni spælir Finnur Jensen í Manhattan. Finnur Jensen er best kendur sum sangari í Páll Finnur Páll, men hann spælir eisini einsamallur sum leygarkvøldið, tá egin løg umframt kend, útlendsk løg eru á skránni.