Altjóða dómarapar føroyinga, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, fáa nú enn eina stóra altjóða uppgávu um hendi. Talan er um dystin ímillum VfL Gummersbach og OIF Arendal í 1/16-finaluni í Cup Winners' Cup-kappingini, sum verður leiktur um hálva triðju viku.
VfL Gummersbach, sum spælir í týsku Bundesliguni, hevur heimavøll, og skal føroyska dómaraparið tískil døma í Eugen-Haas-Halle, sum rúmar 2100 áskoðarum. Til stórdystir spæla teir í Lanxess Arena við plássi fyri 19.500 áskoðarum, men hendan høllin verður altso ikki nýtt hesaferð.
Mótstøðuliðið hjá Vfl Gummersbach er norska OIF Arendal, sum hølvaði Handball Esch av í 3. umfari av kappingini. Tað sama gjørdi Vfl Gummersbach við Maliye Milli Piyango SK.
Dysturin verður 11. februar kl.18.