Vladimir Putin, sum herfyri vann russiska forsetavalið, mátti í dag sanna, at hansara sigur merkir ikki, at flokkur hansara kann vinna tey lokalu valini eisini. Í býnum Jaroslav hava tey valt nýggjan borgarstjóra, og har vann valevnið hjá andstøðuni, Jevgenij Urlasjov, greiðan sigur á Jakov Jakusjev, sum stillaði upp fyri flokkin hjá Putin.
Tá atkvøðurnar vóru taldar, hevði Jevgenij Urlasjov fingið 68,7 prosent av atkvøðunum, og Jakov Jakusjev hevði fingið 27,8 procent.
Eygleiðarar í Moskva siga, at útslitið í Jaroslav er eyðmíkjandi fyri flokkin og Putin sjálvan. Eygleiðararnir vísa á, at valevnið hjá Putin tapti, hóast hann fekk dyggan stuðul frá tí lokala guvernørinum, sum eisini er úr flokkinum hjá Putin.