Eyðgunn er bjartskygd

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, er kvinnan, ið hevur fingið til uppgávu at loysa ein av truplastu knútunum í politisku skipanini seinastu mongu árini.


Sum landsstýriskvinnan í almannamálum er tað nevniliga hon, ið stendur á odda fyri arbeiðinum at gera eina nýggja pensjónsnýskipan.


At hjálpa sær í arbeiðinum, og fyri at skapa eina breiða semju, hevur hon sett ein politiska fylgibólk, ið er mannaður við tveimum umboðum úr hvørjum flokki, at viðgera málið.


Fyrr í vikuni handaði hon bólkinum eitt uppskot, ið tey skuldu taka støðu til og arbeiða víðari við. Við Sosialinum, ið varð borin út í hvørt hús í dag, sigur hon, at hon er bjartskygt um, at tað skal eydnast at loysa knútin.


- Eg haldi, at arbeiðið gongur væl og vit halda framvegis fast um tíðarætlanina, sigur landsstýriskvinnan við Sosialin.


Les meira um málið í blaðnum í dag.