Evniskvøld um bøn og fyrigeving

Leirvík: Henda mánaðin fer missiónshúsið í bygdini (myndin) at skipa fyri íalt trimum kvøldum, har ávís evni verða tikin til viðgerðar.

Fyrsta tiltakið var mikukvøldið og snúði seg um bøn. Næstu ferð verður mikudagin, tá Andreas Andreasen fer at tosa um fyrigeving og seinasta kvøldið á hesum sinni verður 30. apríl, tá Alfred Olsen tosar um ymiskleika og samsvar millum evangeli’ini. Øll møtini byrja kl. 19:30.