Evnisdagur um almannalóggávu í Norðanlondum

Tann 10. november skipar Almannaráðið fyri einum evnisdegi í Norðurlandahúsinum, har ljóskastarin verður settur á almannalóggávu í Norðanlondum

Á evnisdegnum verður kunnað um, hvussu almannalóggávan í teimum ymisku Norðurlondunum verður umsitin og fíggjað, og nortið verður herundir við innihaldið av hesum veitingum.
Evnisdagurin snýr seg um eitt nú brekaðøkið, dagpening, pensjónir, barna- og familjuveitingar og arbeiðsskaðatrygging. Hetta eru øki, sum í Føroyum hoyra undir landsstýrismannin í almannamálum. Harumframt snýr evnisdagurin seg um øki, sum her heima hoyra til onnur málsøki, til dømis arbeiðsloysistrygging, barsilsskipan, sjúkratrygging, primera og sekundera heilsusektorin og heilivág.

Norðurlendskir undirvísarar
Á evnisdegnum undirvísa Jan-Åke Brorsson úr Svøríki, og Liv Winding-Sørensen úr Noregi. Jan-Åke Brorsson er útbúgvin samfelags- og búskaparfrøðingur, og starvast sum búskaparstjóri í tí svenska Försäkringskasseförbundet. Harumframt hevur hann í nógv ár verið virkin í norðurlendskum samstarvi, m.a. við at halda skeið um almannalóggávu.
Liv Winding Sørensen er serfrøðingur á pensjónsøkinum og hevur arbeitt við almannaveitingum í norska Rikstrygdeverket í nógv ár. Eisini hon hevur drúgvar royndir í norðurlendskum samstarvi, umframt í at halda skeið um pensjónsøkið og familjuveitingar í Norðanlondum.
Evnisdagurin byrjar við, at landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu setur dagin. Síðani hava undirvísararnir báðir tveir fyrilestrar í part. Ein í part fyrrapart og ein seinnapartin.
Dagurin byrjar klokkan níggju og endar um hálvgum fimm tíðina seinnapartin.