Evi basti vandamiku vátserviettum

Tað var søgan um eyguni hjá Evi Tausen í Sosialinum 23. mars, sum var beinleiðis orsøkin til, at vátserviettarnir frá First Price vórðu tiknir av hillunum hjá SMS-samtakinum.

Tað var søgan um eyguni hjá Evi Tausen í Sosialinum 23. mars, sum var beinleiðis orsøkin til, at vátserviettarnir frá First Price vórðu tiknir av hillunum hjá SMS-samtakinum.

 

Dánjal Jespersen frá SMS segði við útvarpið í gjár, at SMS hevði sett seg í samband við veitara sín, eftir at søgan varð komin fram um, at kvinnur fingu skaða í eygunum av serviettunum.

 

– Vit settu okkum beinanvegin í samband við leverandørin og greiddu teimum frá trupulleikanum. 9. apríl fingu vit svar um, at vøran skal afturkallast, segði hann við útvarpið.

 

Útvarpið spurdi eisini Súna Petersen, leiðara á Umhvørvisstovuni um trupulleikan. Hann viðgekk, at einki eftirlit er við kemiskum vørum, sum verða fluttar inn til landið, tí eingin lóggáva er á økinum. Og tað kemur heldur eingin lóggáva, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum varðar av økinum. Hann sigur, at hetta málið verður ikki raðfest.

 

Tað var í Sosialinum 23. mars, at countrysongkvinnan Evi Tausen greiddi frá, hvussu hon hevði skatt sær sjónina við at nýta nevndu vátserviettar at vaska sær um eyguni. Hon er portørur og koyrir sjúkrabil. Men tað fær hon ikki gjørt í løtuni, tí hon hevur niðursetta sjón.

 

Lesið greinina um Evi Tausen, sum stóð í Sosialinum 23. mars 2015 við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:


Forsíðan 23. mars 2015 TRÝST HER


»Evi vónar at fáa fulla sjón aftur« TRÝST HER


»Óneyðugar avleiðingar« TRÝST HER