Venjarin hjá Everton hevur avdúkað, at felagið hevur havt samráðingar við Roy Keane
Dave Moyes sigur, at hann hevur tosað við Keane um ein møguligan sáttmála, men enn er einki komið uppá pláss. Fleiri onnur feløg hava eisini ligið framvið eftir undirskriftini hjá Roy Keane, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr.
Stóri spurningurin er, um Roy Keane er sinnaður at góðtaka eina lønarlækking í einum nýggjum felag. Tey flestu feløgini hava nevniliga ikki ráð at rinda somu løn, sum Keane fekk í United.