Evert Taube á føroyskum

Kendir fuglfirðingar flyta svenska fólkaogn yvir á føroyskt Teir báðir fuglfirðingarnir, Petur Jacob Eliasen, vanliga nevndu Lylli og Niels Midjord eru nú komnir við nýggjari fløgu.

Og hendan fløgan er ikki minni forvitnislig enn undanfarna fløga teirra og í øllum førum er hon nakað væl øðrvísi.

Seinastu árini hava teir báðir fingist við at tulka kenda svenska vísuskaldið Evert Taube á føroyskum. Sum tíðin er liðin, eru fleiri og fleiri vísur lagstar afturat, og nú hava teir so tikið seg saman og givið hetta tilfarið út á fløgu.

Fløgan kallast: ?Sum ungur caballeiro?, við undirtekstinum ?Lylli og Niels tulka Evert Taube á føroyskum.

Eingi av løgunum á fløguni eru útgivin fyrr, uttan Skrøggarin, sum Gunnleif Thomsen hevur umsett og sum var við á bingobandinum hjá Nielsi, men í aðrari útgávu.