Sangbólkurin VITIN og aðrir skipa komandi vikuskifti fyri møtirøð í Klaksvík Vikuskifti 8-10. feb verður eitt stórt evangeliskt átak í Klaksvík.
Byrjað verður í Betesda fríggjakvøldið klokkan 20, har sangbólkurin VITIN luttekur.
Bólkurin, Vitin við Torkil Mørkøre sum musikalskum leidara, er kendur um alt landi fyri sín lætta sang.
Leygarkvøldid kl. 20 verður farið nidan í nýggju Batmintonhøllina, har Jógvan Mortensen & Co luttaka. Jógvan Mortensen og aðrir hava mannað nýggjan bólk sum longu hevur sett síni spor runt um í Føroyum. Kristina Bærentsen, sum er kend um alt landi, bædi í samkomum og í festivalhøpi, er gestasangari hetta kvøldið. Poul Færø og Rógvi Joensen tala. Aftaná verður kaffi at fáa.
Møtidrøðin heldur fram í Batmintonhøllini sunnukvøldið, har gódar sangkreftir luttaka og Poul Færø, Levi Joensen og Rógvi Joensen tala.
Stórt sæð allir luttakarnir hava sína dagligu tænastu í samkomuni Betesda í Klaksvík, og
fyrireikarnir vóna at so mong sum gjørligt koma.









