Hóast Føroyar ikki er limur í evropeiska public service felagsskapinum European Broadcasting Union, sum krevst fyri at vera við í Eurovision sangkappingini, so hava fleiri føroyingar roynt at vunnið luttóku við at kappast í øðrum tjóðum. Enn hevur tað tó ikki eydnast nøkrum teirra at vinna rættin at umboða nakra aðra tjóð.
Tað er serliga gjøgnum donsku kappingina, at føroyingar hava luttikið. Fyrstu ferð ein føroyingur luttók í kappingini var í 1979, tá Annika Hoydal luttók við sanginum Aldan. Hon gjørdist nummar fýra í kappingini og hóast hon ikki kom við í Eurovision, so gjørdist sangurin fólkaogn í Føroyum.
Síðan gingu nøkur ár, áðrenn nakar føroyingur aftur royndi eydnuna í sangkappingini. Næsti føroyski luttakarin var Pætur við Keldu, sum í 2002 luttók við sanginum Som En Drøm. Hann endaði nummar fimm í donsku kappingini.
Tvey ár seinni var tað Petsi Tvørfoss, ið luttók við sanginum Mest Når Det Er Regn og gjørdist hon eins og Pætur við Keldu nummar fimm. Fýra ár seinni gjørdist the Dreams fyrsti føroyski bólkurin, ið hevur luttikið í danska Melodi Grand Prix'num, tá teir endaðu nummar fýra við La' Mig Være.
Í 2010 royndi Jens Marni Hansen eydnuna við sanginum Gloria, men var hann ikki ein av teimum fýra luttakarunum, ið kom víðari til finaluna. Tað eydnaðist heldur ikki Kristel Lisberg at koma í finaluna, tá hon fyri tveimum árum síðan royndi seg við sanginum Who Needs a Heart.
Síðsta føroyska íkastið til danska Melodi Grand Prix'ið var bólkurin Carlsen, ið luttók í kappingini í ár við sanginum Standing Up for Love, men megnaðu heldur ikki tær at koma í finaluna í donsku kappingina.
Umframt tey, ið hava roynt seg í donsku Melodi Grand Prix kappingini, so hava fýra aðrar føroyingar roynt seg í kappingum í øðrum londum. Tríggir føroyingar hava roynt seg í íslendsku kappingini. Eivør Pálsdóttir var tann fyrsta, tá hon í 2003 luttók við sanginum Í Nótt, men kom hon ikki í finaluna.
Jógvan Hansen er einasti føroyski luttakarin, ið hevur luttikið fleiri ferðir í kappingini. Í 2009 luttók hann við sanginum I Think the World of You, tá hann endaði nummar fýra, í 2010 við sanginum One More Day, tá hann endaði nummar tvey, í 2011 kom hann í finaluna við sanginum Ég Lofa og seinast í 2013, tá hann sang sangin Til þín við Stefanía Svavarsdóttir. Tey komu í finaluna, men endaðu ikki í topp 2.
Seinasta føroyska luttøkan í íslendsku kappingini var í fjør, tá Kristina Bærendsen sang Þú og ég við Páll Rósinkraz, men megnaðu tey ikki at vinna sær pláss í finaluni.
Í 2008 luttók Brandur Enni í svensku Melodifestivalinum, ið er svenska undankappingin til Eurovision sangkappingina, við sanginum Lullaby og endaði hann á einum fimta plássi.










