European League: Óli var toppskjútti hjá Sävehof

Óli gjørdist toppskjútti í teprum tapi hjá Sävehof í Kroatia

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof høvdu í kvøld torføran útidyst móti kroatiska liðnum, Nexe í millumbólki 2 í EHF European League.

 

Sävehof tapti dystin tepurt 28-29. Í steðginum var Nexe á odda 16-13.

 

Óli stóð seg væl og var toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum. 

 

Í sama bólki vann danska liðið, Skjern 45-31 (22-16) á Gorenje úr Slovenia.

 

Skjern og Nexe hava fýra stig hvør. Sävehof hevur trý stig og aftast er Gorenje við einum stigi.

 

Hákun West av Teigum var við í hópinum, tá lið hansara, Füchse Berlin í útidysti í millumbólki 4 vann 32-29 (14-15) á CSM Constanta úr Rumenia.

 

Í sama bólki vann Sporting Lissabon úr Portugal á heimavølli 35-33 (17-18) á Dinamo Bukarest úr Rumenia.

 

Füchse Berlin er oddalið við seks stigum. Sporting Lissabon hevur fýra stig, og CSM Constanta hevur tvey stig. Aftast er Dinamo Bukarest við ongum stigi.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 tekur Füchse Berlin móti Sporting á heimavølli. Somu klokkutíð tekur Sävehof móti Skjern á heimavølli í Partille.