Franski álopsspælarin Thierry Henry heldur, at liðfelagin Samuel Eto’o skuldi funnið sær eitt nýtt felag at spælt fyri.
- Eg skal ikki gera nakað av fyri hann, men hevði eg verið hann, so hevði eg funnið mær eitt nýtt felag nú, sigur Henry.
Eto’o varð nógv skaddur farna kappingarár, men hann megnaði at skora heili 16 mál fyri tað.