Tá ið Dansk Blindesamfund í fjør fylti 100 ár varð skipað fyri fleiri ymiskum tiltøkum fyri at geva síggjandi folki innlit, hvussu tað er onga sjón at hava.
Eitt av tiltøkunum var ein døgurði í myrkri.
Hetta tiltakið hildu tey í Blindafelagnum ljóða áhugavert, og í heyst fóru nøkur umboð fyri felagið til Danmarkar, har tey royndu at eta í bølamyrkri.
Hetta var ein so stór uppliving, at tey valdu at royna hetta í Føroyum í ár, nú Blindafelagið hevur 40 ár á baki.
Tey vendu sær til Hotel Føroya, sum tók væl ímóti hugskotinum, og kokkurin Leif Sørensen var beinanvegin til dystin fús.
Máltíðin í bølamyrkri verður flaggdagin 25. apríl í einum høli við síðuna av sjálvari matstovuni. Tað verður har, bæði tí hølið ikki er so stórt, og tað er nærri køkinum.
Eitt stórt arbeiði er at syrgja fyri, at einki ljós sleppur inn, og neyðugt verður tí at seta plátur fyri veindeyguni og hava tjúkkar gardinur.
Í gongini má ljósið eisin vera sløkt.
Blindir tænarar
Fýra tænarar verða. Ein teirra verður Ruth Thomsen, sum er starblind, og sær bara mun á ljósi og myrki. Hon er von við at klára seg við ongari sjón. Jannie Hammershøj, sum er føroysk og blind kemur til Føroya saman við einari aðrari blindari kvinnu at vera tænari.
Leif Sørensen gleðir seg til at fara undir uppgávuna.
- Vanliga leggja vit stóran dent á litir, og hvussu maturin liggur á borðiskinum, tí eygað skal hava sítt. Her skal hugsast øðrvísi, sigur Leif Sørensen.
Tað verður ein døgurði við fýra rættum, og við hvønn borðisk fara at standa fimm gløs.
Tænararnir skeinkja.
Á borðinum verður vatn, breyð og smør, sum gestirnir sjálvir fáa sær av, tá ið teir sessast. Royndirnar eru, at tað tekur sína tíð at koma gjøgnum henda partin av skránni.
Reinur smakkur
Ruth Thomsen sigur, at tá ið tey ótu døgurða í myrkri í Danmark, fingu tey ikki at vita, hvat var á borðiskinum, og soleiðis verður eisini flaggdagin á Hotel Føroyum.
Hon sigur, at tað var ikki so tupult hjá fólki, sum annars síggja, at eta í myrkri, men hon hjálpti tó manninum at skera kjøtið, tí har var hon tann fermara.
Tiltakið við máltíðini er ikki bara fyri at geva síggjandi fólki møguleikan at seta seg inn í, hvussu tað er at vera blind. Tað er ein sannroynd, at 80 prosent av eini uppliving er gjøgnum eyguni. Tann sansurin vinnur á hinum sansinum. So tá ikki ber til at brúka eyguni, mennast hinir sansirnir. Maturin smakkar tí meira.
Ruth Thomsen og Karin Kass, samskipari í Blindafelagnum siga, at væl gekk hjá fólki at eta í myrkri, og tað var eingin trupuleiki, at fólk mistu mat niður á seg ella stoyttu. Men hvussu dúkurin sá út aftaná, sluppu tey ikki at síggja.
Ikki fleiri enn 30 gestir sleppa við til máltíðina í myrkri, tí tað hevði verið ov stríggið, um fleiri fólk eru inni. Eisini tí at tá ið fólk ikki síggja, tosa tey harðari.
Um áhugin vísir seg at vera stórur, verða kanska tvey borðhald.
Í Danmark skipaði Dansk Blindesamfund fyri konsert í konserthøllini hjá Danmarks Radio. Har sang eitt gentukór.
Konsert bara fyri oyruni
9. mai verður konsert í myrki í Norðurlandahúsinum, og tað verður ein konsert við nogvum ymiskum tónleiki.
Ikki er tað løtuverk at myrkaleggja stóra salin í Norðurlandahúsinum, tí hóast gardinur eru, gloppar nógvastðani, og perurnar undir loftinum eru nógvar. Í Norðurlandahusinum hava tey verið so beinasom at seta nakrar dagar av frammanundan til hetta arbeiðið.
Ólavur Olsen hevur átikið sær at samskipa konsertina. Hann hevur sett saman eitt húsaorkestur, og har kunnu bara royndir tónleikarar verða við, tí ikki ber til at spæla eftir nótum.
Blindafelagið avdúkar, at millum tónleikarrnar verða eitt nú Hallur Joensen, Lena Andersen og Martin Joensen. Fleiri nøvn verða ikki avdúkað enn.
Eins og við máltíðini krevur tað nógv at hava eina konsert í myrkri, tí eingi ljós órógva, og sjálva framførsluna sær eingin.
Upplivingin talar burturav til hoyrnina.
Ávikavist Hotel Føroyar og Norðurlandahúsið fara í vikuni at lýsa við, hvar atgongmerki kunnu keypast.










