Ester Poulsen nýggjur skúlastjóri á Giljanesi

Ester Poulsen tekur við starvinum 1. januar.

Ester Poulsen er sett í starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett hana.

 

Ester Poulsen er 47 ára gomul og var útbúgvin lærari í 2006. Í 2015 tók hon Diplom á masterstigi í vegleiðing á Fróðskaparsetrinum, og í 2021 fór hon at lesa MA í leiðslu og skipan.

 

Ester Poulsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, KT-vørður og sum skúlavegleiðari. Harafturat hevur hon í tveimum umførum verið virkandi varaskúlastjóri.

 

Í løtuni starvast hon í Skúlanum á Fløtum í Havn.

 

Ester Poulsen tekur við starvinum 1. januar, veit www.skulabladid.fo at siga..