ES skal hava felags grundlóg

Lond, sum sýta fyri at góðtaka uppskotið um felags grundlóg, kunnu missa limaskapin í ES, og undantøk verða heldur ikki góðtikin í framtíðini. Tað kann fáa avleiðingar fyri Danmark.

ES-nevndin arbeiðir við einari ætlan um at broyta tann verandi bygnaðin í ES, og sum kann fáa umfatandi avleiðingar.

Eitt nú ætlar nevndin at strika ta regluna, sum sigur, at øll limalondini skulu vera samd, áðrenn nøkur broyting kann gerast í ES-sáttmálanum. Sambært donskum fjølmiðlum ætlar nevndin, at lond, sum hava eina aðra støðu enn meirilutin, skulu fáa tilboð um eina serskipan ístaðin fyri vanligan limaskap.

Hetta hevur vakt ans millum danskar politikarar. Danmark fekk nøkur undantøk frá ES-reglunum í 1993, men fær ES-nevndin sína vilja ígjøgnum, missa danir undantøkini, taka teir ikki undir við uppskotinum um eina felags grundlóg. Ein talsmaður hjá ES-nevndini segði við Jyllandspostin í gjár, at einki land verður tveitt á dyr, men nevndin kann heldur ikki góðtaka, at eini tvey ella trý lond oyðileggja møguleikarnar hjá hinum londunum.

Sambært Jyllandspostinum merkir hetta, at lond, sum ikki taka undir við felags grundlógini, kunnu fáa eina skipan sum EBS-sáttmálan, sum Noreg og Ísland hava við ES.