ES-lond, USA og Bretland klár við risa tiltøkum móti Russlandi

Olivier Hoslet/EPA/Ritzau Scanpix

Sambært Jeppe Kofod, danska uttanríkisráðharranum, eru tað millum ES lond og onnur lond sum USA og Bretland felags ætlan um at seta »risa revsitiltøk« í verk ímóti Russlandi, sum eru klár, um ikki russar vilja finna eina friðarliga loysn um støðuna í Ukraina.

– Tað skulu Russland og Putin vita. At tað verður ein hamari við revsitiltøkum, sum eru klár at sláa við, um hann ikki skjótt vil samráðast um eina friðarliga loysn upp á stríðið, sigur Jeppe Kofod.

 

Olivier Hoslet/EPA/Ritzau Scanpix