Alsamt meira toskur kemur inn á ES-marknaðin, og næstan 90 prosent av toskinum, sum verður seldur á ES-marknaðinum, er innfluttur. Hetta vísir ein nýggj frágreiðing, sum felagsskapurin hjá fiskivinnuni í ES, AIPCE, almannakunngjørdi fríggjadagin.
Tað er Vinnuhúsið, sum ber hesi tíðindi, og keldan er Intrafish.fo
- Frágreiðingin vísir, at samlaði marknaðurin var 14,7 miljónir tons í 2012. Innflutningurin var 9,5 miljónir tons, sum er umleið 65 prosent av marknaðinum. Innflutningurin øktist 1,5 prosent árini 2010 til 2011.
Við Intrafish sum keldu vísir Vinnuhúsið á, at vøksturin í innflutningi kemur serliga frá hvítfiski, sum er veiddur á havinum. Samanlagt øktist innflutningurin av hvítfiski við 159.000 tonsum. Innflutningurin av laksi og surimi er eisini øktur við ávikavist 28.000 og 16.000 tonsum árini 2010 til 2011.
Samanlagt øktist innflutningurin av fiski til ES-marknaðin við 140.000 tonsum. Samlaða nýtslan av fiski í ES er 12,8 miljónir tons, sum gevur eina nýtslu á 25,5 kilo fyri hvønn persón, vísir AIPCE-frágreiðingin.