ALING
Ein safeguard kanning varð sett í verk fyrr í ár av ES eftir trýsti frá tí bretsku og írsku stjórnini. Prísirnir hava verið sera lágir í eitt longri tíðarskeið, og skotar vilja vera við, at orsøkin er ov stórar nøgdir av laksi, sum floyma inn á ES marknaðin serliga úr Norra. Hetta skrivar Vinnuhúsið á www.industry.fo
Kanningin verður liðug um árskiftið, og tá fæst at vita, um varðandi kvotur verða álagdar fyri tey næstu fýra árini. Skotar hava samtíðis roynt at fingið ES at sett fyribilsforðingar í vegin. Hetta er so lukkast, tí í síðstu viku varð avgjørt at áseta fyribilskvotur.
Hesar kvotur koma at galda teir næstu 200 dagarnar, og í hesum tíðarskeiðinum fáa Føroyar loyvi til at útflyta 25.261 tons í rundari vekt, Norra 186.338 tons og onnur lond 22.850 tons. Hesar kvotur eru tó ikki galdandi fyri Kili, sum hevur fría atgongd inn á ES marknaðin.
Hesar kvotur kunnu hava eina positiva ávirkan á føroyska alivinnu, tí hetta kann viðvirka til at prísurin hækkar. Eisini kann hetta viðføra at íløguhugurin í Norra fellir, meðan íløguhugurin í Føroyum økist.