eru tey veruliga meira verd?

– Tingfólk skulu hava skattafríar koyri­­peng­ar at koyra til Havnar fyri, tí at ar­b­eiðs­­pláss­ið hjá ting­fólki er heima við hús (uttan hjá teim­um, sum búgva í Havn). Tey skulu tí hava ki­l­o­­met­­ur­­peng­­ar at koyra til Havn­ar, tí tá fara tey ør­indi fyri arbeiðsgevaran.

Tað var niðurstøðan hjá Bárði Niel­­sen. Í gjár­­kvøld­­ið kjak­­a­ð­­ist hann í Degi og Viku við Rig­­mor Dam, sum hev­ur lagt fram upp­skot um at broyta hesa ó­rím­u­ligu skip­an.
Í veruleikanum er talan um eina kam­u­­fler­aða løn­ar­hækk­ing til pol­it­kar­ar av bygd, tað er einki duls­mál. Tað gav at býta, tá Bill Just­in­us­sen undir orðaskifitnum tingi brikslaði Rigmor Dam, at hon kann fara heim at tøma uppvaskimaskinuna millum tingfundirnar. Hvør skal siga, tað kann Bill Just­inus­sen ikki, og tí skal hann hava meira í løn.
Málið um skattafríu koyri­peng­ar­nar hev­ur mangan verið frammi áður – og vit hava ferð eftir ferð víst á, hvussu hetta máar støði undan trú­virð­i­num á poltisku skipanina, tá ting­fólk leggja byrð­ar á fólk­ið, sum tey ikki sjálvi vilja bera.
Eitt dømi er skattalættin til tey ríku, ann­að dømi er løn­ar­steðg­ur­in á al­menna ar­beiðs­markn­að­i­num – sam­stund­is sum Ar­beiðs­loys­is­trygg­ing­in rep­ar segl­ini, tí ráð verða ikki løna teim­um mongu ar­beiðs­leysu, sum tí fáa minni í inn­tøku.
Men løgtingsmenn vilja ikki bera sín part. Tað vilja lands­stýr­is­fólk­ini held­ur ikki. Sam­gong­an held­ur tað vera í lagi, at vit skatt­gjald­ar­ar gjalda lands­stýr­is­fólk­u­num eina mill­i­ón krón­ur um ár­ið í skatt­a­frí­ari løn. Hvat er hetta fyri hug­burð­ur at hava?
Vit kunnu saktans fylgja bæði Rig­mor Dam og Bárði Nielsen, tá tey siga, at lands­stýr­is­løn­ir­nar eru ov lág­ar. Bárð­ur Niel­sen helt, at tey áttu at fingi­ð 70.000 krón­ur um mán­að­in, og at skatta­fríu koyr­i­peng­ar­nir kunnu vera ein kom­pensa­tión.
Argumentið um at lands­stýr­is­fólk hava sítt ar­beiðs­pláss heima við hús, tað held­ur ikki, tá tey hava hvør sítt konga­ríki í høvuðstaðnum, skriv­stovu­m og hópin av starvsfólki, sum tey varða av.
Hetta málið um skattafríu koyri­­peng­ar­nar er eitt symp­tom upp á eina sjúka pol­it­iska skip­an. Eing­in løg­mað­ur hev­ur tor­að at tik­ið stigið. Ein nevnd verður sett, og so koyrir tað bara víðari.
Tað sum er mest hugstoytt er, at hetta vísir nakrar politikarar, sum seta seg sjálvar hægri enn vanlig fólk. Teir halda seg sjálvar vera so nógv verdar, at teir ikki skulu lata tað sama til samfelagið, sum øll onnur.
At vald korrumperar er so ofta prógvað. Við júst hesum málinum kundi samgongan prógvað tað mót­sætta, men tað tykist vilji ikki vera til, tí tongdin at nøra um egnan búk er sterkari...