Eru hetta størstu veðrar í Føroyum – nakrantíð? Tað er spurningurin, ið verður settur, eftir at hvalbingar drupu tveir veðrar nú um vikuskiftið.
Talan var um tveir trævetur veðrar, sum fullu fyri kúluni hendan dagin, og tá ið krovini vórðu hongd á vektina, knógvaði hon heilt upp á 80 – kilo. Annar veðrurin vigaði 142 pund og hin vigaði 140 pund, sigur Michael Bertholdsen í Nesi í Hvalba, sum átti veðrarnar.
Hann sigur, at har um leiðir vita tey ikki um størri veðrar, og tey vita heldur ikki um størri veðrar yvirhøvur í Føroyum. Veðrarnir vóru ikki bara stórur, teir vóru eisini serstakliga feitir. Tann eini merkurin hevði 72 merkur í tálg, tað eru 18 kilo, og hin hevði 70 merkur. Til stuttleika vigaðu teir eisini høvdini, og høvdið á tí eina vigaði 20 pund, og høvdið á hinum vigaði 18 pund.
Magni Bertholdsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey hava trý ára gamlar veðrar, men teir hava verið brúktir til brund, bæði í fjør og í fyrrárið. Hann sigur, at tá ið teir vórðu settir inn eftir brundtíðina í fjør, setti hann sær fyri at vita, hvussu stórar, hann kundi fáa teir.
– So eg havi givið øgiliga nógv, teir hava fingið turt hoyggj og kraftfóður tvær ferðir um dagin, tað tíðina, teir vóru inni, og síðani teir fóru út tíðliga í summar, hava teir eisini fingið nógv kraftfóður, sigur hann. Og tað hilnaðist eisini so væl, eg eg vænti aldrin, at eg fái so stórar veðrar aftur, sigur hann.
Hann leggur afturat, at veðrarnir eru av rættiliga kjøtmiklum slagi, so hóast teir vóru feitur, er eisini nógv rættilig nógv kjøt á teimum.
Hann ætlar at hava tað mesta av kjøtinum feskt og ræst, tí stokt ræst kjøt er ein av hansara lívrættum. Limirnir eru so stórir, at eg vænti, at tað verður ringt at fáa tað turt. Men ryggirnar ætli eg at hava turrar, sigur Michael Bertholdsen.