Tað er ein mánaði síðani, at ein broyting varð samtykt í ásetingini av fiskidøgum, sum liður í einum nýggjum og broyttum fiskivinnupolitikki. Sambært Fólkaflokkinum, Bjørn Kalsø og mongum øðrum í almenninginum, er uppá hendan eina mánaðin hent tað, at fiskivinnan er farin í skeljasor, og fiski- og útróðrarmenn hava mist inntøkur og livibreyð.
Hetta er vorðið sum viðvending av veruleikanum. Tann veruliga støðan er hendan.
Seinastu mongu árini undir Fólkaflokkinum og Bjørn Kalsø á fiskivinnumálum eru:
Meira enn 1000 arbeiðspláss burtur í fiskivinnuni.
Talið av útróðrarbátum kring landið er minkað í stórum tali.
Talið av línuskipum er økt alt ov nógv í bólkinum.
Nøgdirnar og avreiðingarvirðið av botnfiski undir Føroyum er minkað so nógv, at síðani 2002/2003 hevur vinnan 600 mió. krónur um árið í minni beinleiðis inntøku. Og hetta er bara í fyrstahonds avreiðingarvirði. Um vit hugsa um, hvat virði samfelagið missir av hesum, kundi føroyski búskapurin langt síðani verið sjálvberandi, um vit bara løgdu eitt sindur betur til rættis.
Toska- og hýsustovnarnir eru á søguligum lágmarki.
Skip og bátar eru keypt og seld ímillum privat fyri at fáa fatur á fiskirættindum, so at tann sami flotin, sum í 1994 stóð í einum kapitalvirði uppá uml. 800 mió. kr., nú stendur í áleið 2,4 milliardum - fyri somu skip. Munurin herímillum eru pengar, sum eru tiknir úr vinnuni fyri ókeypis fiskiloyvir.
Stórur partur av heimaflotanum ber seg ikki - bæði av fiskaloysi, men eisini av stóra kapitalkostnaðinum orsakað av spekulasjónini. (Og fyri trolarar hevur hækkandi oljuprísurin havt ovurstóra ávirkan á raksturin).
Mong skip liggja svinabundin, tí bankarnir ikki vilja fíggja meira. Ístaðin liggja bankarnir og stýra sølu og keyp av fiskidøgum sum ein privat sølubúð millum skip og bátar.
Tey skip og bátar, sum eru í vinnu, mugu keypa sær dagar og fiskirættindi frá øðrum, ið ikki nýta tey.
Strámannavirksemi hevur bara vundið uppá seg, har rætturin at fiska verður keyptur til útlendsk áhugamál gjøgnum føroysk skip.
Kunnu ikki lata standa til
Tað er hendan alsamt versnandi støðan, sum Tjóðveldi hevur brúkt sína orku uppá at broyta. Til tess at fiskivinnan kann endurskipa seg á einum nýggjum og betri grundarlagi. Til tess at steðga spekulasjón í fiskiloyvum og fiskirættindum, sum ikki skapar nakað veruligt virði, men oyðileggur rakstrargrundarlagið. Og til tess at gera tað liviligt og skapa inntøkur hjá teimum, ið dríva vinnu og vilja menna og endurnýggja flotan.
Tað er væl skilligt, at broytingar skapa ótryggleika. Og sjálvandi taka vit sosial og menniskjalig atlit, tá broytingar skulu fremjast. Vit lurta eisini og taka í egnan barm, og gera tillagingar, um skeivleikar verða framdir.
Broytingarnar
Hvat er so gjørt? Ja, Tjóðveldið hevur gjørt semjur við tríggjar aðrar flokkar um at leggja á annan bógv í fiskivinnupolitikkinum. At gera grundleggjandi broytingar næstu árini í eini skiftistíð. So at stovnsrøktin verður í hásæti, og har vit gera eina skipan, har tað ber til hjá vinnuni at leggja til rættis og virka í javnari kapping, uttan at dúva uppá politiska vælvild frá landsstýrismonnum ella skiftandi meirilutum, sum hvørt ár liggja og stýra vinnuni niður í smálutir.
Vit hava gjørt semju um at friða ungfiskaleiðir og uppvakstrarøkir hjá smáfiski. Tær friðingarnar vórðu settar í kunngerð, og avtalað er, at tær skulu tillagast í mun til ta vitan og og tær royndir um ungfiskaleiðir, ið eru og verða tøkar.
Vit hava gjørt semju um eina tillagingartíð til at fáa stovnsrøktina og veiðitrýstið á beint eftir 5 árum - og at gera eina umsitingarætlan, ið eisini verður góðkend á altjóða marknaðinum og tískil kann geva besta prís fyri fiskin.
Niðurskurðurin í fiskidøgum
Í ár hava vit so samtykt at minka fiskidagatalið til tess at minka um veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar. Millum 10 og 20% er minkað í ymsu bólkunum.
Í allarflestu bólkum er niðurskurðurin ikki størri enn talið av óbrúktum fiskidøgum í farna fiskiári. Í fleiri bólkum langt ífrá (Hjá trolbátum í bólki 4T er niðurskurðurin tó størri, tí har eru ongir avlopsdagar).
Niðurskurðurin er eisini minni, enn bæði ICES og Havstovan mæltu til - júst tí, at atlit eru tikin til, at vinnan kann tillaga seg uttan ov ógvusligar hendingar í einum.
Tað vil siga, at niðurskurðurin í fiskidøgum er fyrst og fremst tikin burturav av døgum, sum ikki vórðu nýttir í ymsu bólkunum í fjør.
Men tað merkir ikki, at tað ikki rakar skip og bátar. Hvørja ferð fiskidagar verða minkaðir, rakar tað summi skip og bátar beinleiðis: Tey, sum nýta allar sínar dagar, og ikki minst tey, ið hava keypt sær dagar frá øðrum sum grundarlag fyri rakstrinum. Soleiðis var eisini eisini í fjør og árini frammanundan, tá Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø skóru fiskidagarnar.
Trupulleikin er, at hvørt fiskifar í hvørjum bólki verður skorið eins nógv í fiskidagatali. Niðurskurður verður divideraður út á hvørt skip í bólkinum. Og tískil koma tey, sum dríva síni skip fult út, at vanta dagar. Tað er onki nýtt. Soleiðis hevur tað verið í meira enn 8 ár. Hesi skip hava so verið noydd at keypa sær dagar ella loyvir frá øðrum, sum ikki brúka tey.
Brúksskylda
Veruliga støðan seinastu mongu árini hevur altso verið, at "fiskimaðurin skal út at keypa og betala fyri at sleppa til arbeiðis" – á privata marknaðinum.
Til tess at sleppa undan privatari sølu av fiskirættindum og spekulasjón við tilfeinginum hjá landinum, hava vit avrátt at seta eina brúksskylduskipan í verk.
Hon verður skipað so í hesum fiskiári, at tá 9 mánaðir eru farnir av fiskiárinum, verður gjørt upp, hvussu nógv er brúkt í hvørjum bólki og hjá hvørjum skipi. Teir dagar, ið fara at verða til avlops í hvørjum bólki, verða so samlaðir inn í eina felags pulju í hvørjum bólki. Og seinastu tríggjar mánaðirnar, kunnu tey skip, sum veruliga fiska, nýta teir - uttan at gjalda til nakran annan.
Fyri næstkomandi árini er skotin upp ein , at um eitt skip ikki nýtir omanfyri 75-80% av sínum døgum, so minkar fiskidagatalið við einum parti av ónýttu døgunum. Avlopsdagarnir kunnu so antin takast inn, um veiðitrýstið skal minka. Ella dagarnir kunnu útlutast í bólkinum, um veiðitrýstið er í lagi. Ella landið kann bjóða hesar dagar út fyri gjald, so teir eru atkomiligir hjá øllum í bólkinum.
“Kioskin har tú skalt betala fyri at fara til arbeiðis?”
Hetta seinasta vita vit, elvir til stóra mótstøðu. Fleiri tosa um ”eina kiosk”, har útróðrarmaðurin skal fara inn og keypa sær ein pakka av Niemeyer og nakrar fiskidagar, tá hann hevur mett um veður og streym og likindi.
Til hetta er fyrst at siga, at útróðrarbátarnir í bólki 5 eru undantiknir eini skipan við útboði í øllum uppskotum, vit hava arbeitt við.
Fyri tað næsta, so er tann skipanin, vit hava skotið upp, ein broyting, ið sigur: Heldur enn at skip og bátar sum í dag skulu fara út at børsa og gjalda dýrt fyri dagar frá øðrum, ið ikki brúka teir. So skjóta vit upp, at tað er ein almenn uppslagstalva, sum vísir, hvørjir dagar eru leysir í skipanini. Og har øll í tí bólkinum kunnu liggja fram við at skaffa sær dagar í eitt ávíst tíðarskeið fyri ein nógv bíligari prís, enn tað, sum gongur fyri seg í dag.
Hetta átti sostatt at verið eitt munandi framstig hjá øllum, ið vilja virka og dríva fiskiskap undir fiskidagaskipanini.
Lurta eftir atfinningum
Hetta er so okkara boð í Tjóðveldi uppá eina veruliga broyting. Vit lurta eftir øllum atfinningum og hava í fleiri ár lagt hetta fram lment til tess at fáa orðaskifti og ráð ella uppskot um onnur alternativ. Enn hava vit tíverri ikki sæð nakað ítøkiligt uppskot frá flokkum, vinnuni, feløgum ella einstaklingum um eina broyting, har vit sleppa undan politiskari smálutastýring av vinnuni á hvørjum ári.
Eitt eiga vit í hvussu er at kunna semjast um: Vit kunnu ikki bara lata standa til.