Eru farnir at kanna møguleikan fyri flogvølli á Tvøroyri

Landsbyggifelagið stendur fyri arbeiðnum, men enn er onki úrslit komið

Í heyst samstykti Tvøroyrar Býráð at kanna møguleikarnar fyri at gera flogvøll á Tvøroyri.

Og býráðið legðist ikki á boðini.

Tí nú hevur Býráðið biðið Landsbyggifelagið kanna, um tað ber til at gera flogvøll á Tvøroyri.

Býráðið hevur biðið Landsbyggifelagið, m.a. tí at tað hevur verið uppi í øllum útbyggingum á flogvøllinum í Vágum.Landsbyggifelagið skal kanna, hvar ein slíkur flogvøllur kann gerast á Tvøroyri, hvussu langur hann kann verða, og, hvat hann kostar.

Tað er ikki langt síðani, at Landsbyggifelagið fór undir arbeiðið og enn er onki úrslit komið burturúr.

Felagið kannar umstøðurnar í Íslandi og í Grønlandi at vita, hvør tørvurin er hjá fólkatali sum okkara og, hvørji sløg av flúgvarum eru best hóskandi.

? Tá ið teir hava funnið útav, hvat slag av flogfari er tað best hóskandi, vita teir eisini, hvussu langur flogvøllur krevst, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri.

? Og síðani er at vita, um tað ber til at gera ein slíkan vøll onkustaðni í Tvøroyar Kommunu.


Ger onki sjálv

Men hóast Tvøroyrar Býráð hevur sett hesa kanningina í verk, er tað ikki tí, at kommunan ætlar sær at at gera flogvøll á Tvøroyri.

?Vit gera ongan flogvøll, sigur Páll Vang.

Hann sigur, at kommunan hevur einans sett kanningarnar í verk fyri at vísa Landsstýrinum á eitt møguligt øki, har tað ber til at gera flogvøll á Tvøroyri.

?Í sambandi við framtíðarsamferðslu í Føroyum er flogferðsla nevnt sum ein sjálvsagdur møguleiki.

? Og tað einasta, vit vilja við hesum kanningunum, er at vísa Landsstýrinum á eitt øki og sostatt hjálpa tí á leið í hesum máli, sigur Páll Vang.