Í dag lá gentubáturin úr Fuglafirði vestastur. Hann verður ikki ytstur í feltinum á næstu stevnuni, og avrikið í dag bendi av álvara á, at Erla Kongsdóttir í øllum kappingunum í summar fer at vera millum teir, sum liggja í mitt í feltinum.
Erla Kongsdóttir legði seg beinanvegin framum kappingarneytarnar, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Erla Kongsdóttir var tólv sekund ella einar tríggjar bátslongdir undan Ørnini úr Sandavági, ið vann tætta kapping við Blik av Argjum um næstfremsta plássið.
Úrslit
5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 05:31.10
2 Ørnin 05:43.22
3 Blikur 05:44.13
4 Sílið 05:49.12
5 Spógvin 05:53.01
6 Tjaldrið 05:56.04
7 Tambar 06:02.03