Fiskivinna
Føroyska samfelagið hevur mangan ásannað, at tað, sum hevur størstan týdning fyri okkara vælferð, er, hvussu fiskiskapur og fiskaprísir vignast. Er fiskiskapurin góður, og prísur fæst fyri fiskin, vendist gongdin skjótt frá stagnatión ella afturgongd til framgongd. Hetta sóu vit eina best eftir djúpu kreppuna fyrst í nítiárunum. Toskurin, sum næstan hevði verið burtur úr veiðini í nøkur ár, kom knappliga aftur og eftir svára tíð, har flestu vinnur høvdu ligið í andaleypi, vendist afturgongdin til framgongd ? eina framgongd, sum neyvan er sæð í føroyskum búskapi áður.
Nógv ymisk viðurskifti vóru viðvirkandi til hesa størstu fíggjarligu kreppu, sum føroyingar hava verið ígjøgnum í nýggjari tíð, eins væl og nógv viðurskifti vóru viðvirkandi til, at vit eftir húsagangir við skipum, virkjum og bankum upplivdu hesa stóru framgongd í føroyskum búskapi.
Vit fingu kapping um fiskin, og neyðugt var hjá virkisliðnum at rationalisera, um tey skuldu standa seg í kappingini.
Tá ið toskurin í stórum tali kom aftur sum ein Guðs gáva av himli, vendist svartskygni aftur til bjartskygni, og síðan hava vit havt fleiri góð ár í føroyskari vinnu, bæði á sjógvi og landi. Heilt fram til ár 2002 og 2003 høvdu vit framgongd í búskapinum, sum síðan er stagnerað.
Aftur hesaferð er tað toskurin, sum ger útslagið. Minni toskur hevur verið at fingið, og eina tíð fekst heldur ikki tann prísur fyri fiskin, sum verið hevði, eitt nú tí, at marknaðurin, har vit selja okkara saltfisk, gjørdist meira trekur. Goymslurnar vuksu, og minni saltfiskur varð virkaður ? við tí úrsliti, at virkini góvu minni fyri fiskin.
Prísirnir á toski eru komnir uppaftur á líkinda støði, men nú haltar toskafiskiskapurin.
Hampilig útlit
Sambært váryvirlitstrolingunum, er toskastovnurin ikki væl fyri, men betur stendur til við upsanum og hýsuni. Tó er tað ein uggi, at fiskurin tykist vera væl fyri. Í nøkur ár vístu gróðurkanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni, at gróðurin, sum er grundarlagið undir føðini í havinum, var langt undir miðal, men í fjør kom aftur vend í, og gróðurin var størri enn eitt miðal ár. Um kanningarnar í summar vísa, at gróðurin er størri enn eitt miðal ár, er í øllum førum tann parturin av grundarlagnum undir fiskastovnunum á tryggari grund.
Í bestu norðhavstíð hevur lítið verið at fingið við snelluni, og øll tekin eru um, at vit skulu rokna við eini slakari toskaveiði enn henni, vit hava havt tey bestu árini. Men meðan Norðhavið hevur givið lítið av sær hjá snellubátunum, hava vit frætt um rættiliga góðar dagar við línu hjá bátum, sum egna við gággu. Soleiðis hevur onkur bátur, sum hevur verið vestanfyri, fingið upp í fleiri hundrað pund av toski á línuna. Meðan snellubátarnir drógu svart norðanfyri, hevði tann eini báturin herfyri meira enn 5.000 pund á minni enn 10 stampum ? og tað er rættiligur rokfiskiskapur!
Í fiskiskapi er tað ikki altíð "antin ella". Tað eru ikki øll viðurskifti, sum kunnu forklárast, tá ið ræður um livandi tilfeingið í havinum. Vit hava kunnleika um nógv, men tað er ikki so sjáldan, at okkara kunnleiki ? og okkara vit ? ikki røkka.
Torført hevur verið hjá fiskifrøðingum at greitt frá, hvaðani tann nógvi toskurin kom miðskeiðis í nítiárunum, og líka so torført hevur tað verið at greitt frá, at upsastovnurin, sum fiskifrøðingar fyri ikki so nógvum árum síðan mettu at vera í vanda fyri ovurfisking, ongantíð hevur verið so stórur sum seinastu árini.
Náttúran ella vit
Men fiskurin er sum heild smáur, og serliga er tað upsin, sum er smáfallandi. At nógv kemur undan av upsa, kann eingin ivi vera um, men um orsøkin til smáa fiskin, er, at veiðitrýstið er ov stórt ? og at hann tískil ikki sleppur at veksa seg stóran, er so ein annar spurningur, sum vit ikki skulu taka støðu til. Tað eru eisini tey, sum halda, at ein partur av tí stóra upsanum gongur upp í svartkjafti og sild og partvís verður tikin av teimum stóru ídnaðartrolarunum.
Ábendingar eru ymiskar vegir, men neyvan er lætt við fáum orðum at siga, hvussu øll náttúran í havinum hongur saman.
Eitt er náttúruviðurskiftini ? góð ella minni góð; eitt annað er veiðitrýstið. Hvussu stóran týdning hesi hava hvørt sær, man fáur duga at siga við vissu.
Sambært fiskifrøðingum, er ikki líkt til, at náttúran er ímóti okkum í løtuni, men spurningurin er, um tað eru vit, sum eru ímóti náttúruni ? við einari fiskidagaskipan, har gomul og óvirkin fiskiloyvi verða drigin innaftur í fiskiskipaflotan.
Tað fer so tíðin at vísa.