Er kjakið um fiskivinnunýskipan á rættari kós?

So leingi fólk hava búleikast á hesum klettum, hevur fiskivinna óivað givið eitt íkast til búskapin. Fyrstu tíðina mundi landbúnaðurin tó hava størsta týdningin, og saman við nakað av útróðri skapti hann í fleiri árhundrað livilíkindi hjá nøkrum fáum túsund fólkum.

 

Tá ið so skipsfiskiskapur tók seg upp fyri sløkum hálvtannaðhundrað árum síðan, skaptust veruligir møguleikar fyri fólkavøkstri, sum helt fram so leingi føroyingar veiddu vaksandi mongdir av fremmandum fiskatilfeingi frá Barentshavinum í eystri til New Foundlandi í vestri. Men hetta fekk alt ein bráan enda, tá ið lond í sjeytiárunum settu fiskimørkini út á 200 fjórðingar. Vit hildu tó fram at fiska, men nú fyri tað mesta á egnum grunnum, og eftir sum at tað ikki gav nokk av sær, bleiv eisini dúgliga fiskað úr ráfiskagrunninum.

 

Tó gingu fleiri enn 10 ár, eftir at vit høvdu mist størsta partin av okkara fiskatilfeingi, tað fremmanda, til vit varnaðust støðuna, ella rættari, danir gjørdu okkum varug við støðuna, og seglini máttu repast. Og tað so mikið, at tað gav eitt stórt bakkast í fólkatalinum.

 

Danir kravdu eina fiskivinnunýskipan, soleiðis at vit kundu læra at húsast við egnum fiskatilfeingi. Donsku kvotaskipanini var tó ikki langt lív laga. Hon bleiv skjótt avloyst av okkara heimagjørdu sokallaðu “heimsins bestu fiskivinnuskipan”.

 

Men, at vit síðan hava lært at húsast við egnum tilfeingi, er synd at siga. Botnfiskastovnarnir eru nú verri fyri, enn tá ið meginparturin av fjarskipaflotanum á sinni legðist at fiska óavmarkað undir Føroyum, og enntá við stórum stuðli.

 

Vit liva nú aftur í stóran mun av fremmandum tilfeingi, men hesaferð eru tað ferðandi uppsjóvarstovnar, sum hava lagt leiðina hendavegin. Hvussu leingi tað varar, vita vit ikki, men vit skulu ikki nógv ár aftur í tíðina, til uppsjóvarflotin var í svárari kreppu.

 

Laksur er annar fiskur, sum nú gevur gott íkast til búskapin, men eisini tann vinnan hevur, fyri ikki so nógvum árum síðan, verið fyri bakkasti, og hóast hon í dag er mikið betur skipað, so hevur hon sínar avbjóðingar við lúsini. Helst tí at mann er komin at markinum fyri hvat alast kann á føroysku firðunum.

 

Tað einast trygga “beinið” í okkara búskapi, botnfiskasovnarnir, teir, sum skuldu verið krumtappurin í búskapinum, hava tað, milt sagt, ikki gott.

 

Fær laksavinnan aftur eitt bakkast av sjúku, og broyta uppsjóvarstovnarnir ferðingarmynstur ella minka burtur, sum so ofta fyrr, enda vit í somu støðu sum í nítiárunum, um ikki botnfiskastovnarnir tá kunnu bjarga okkum.

 

Vit hava tó móðir Danmark at fella aftur á, men tá verða nokk ikki bara krøv um kvotaskipan, men eisini, at hon skal haldast, og tilráðingin frá fiskifrøðini fylgjast.

 

Tað undrar meg tí stórliga, at kjakið um fiskivinnunýskipan í so lítlan mun snýr seg um tað, sum eigur at vera krumtappurin í føroyska búskapinum, botnfiskastovnarnir, okkara einast trygga og egna fiskatilfeingi, og sum eisini skal gjalda fyri flestu av okkara fiskirættindum á fjarleiðum. Tosað verður harafturímóti mest um fremmandan kapital og ræðisrættindi, tað sum fyri so vítt kann vera líka mikið, enda við aftur í somu støðu sum í nítiárunum. Tað vísir seg, at politikkarar ikki sjálvir megna at seta dagsordanin, men leggja kjakið eftir málum, sum eru upp í tíðini. Føroyskur fiskivinnupolitikkur eigur at vera nógv meira víðskygdur.

 

Høvuðsuppgávan við eini fiskivinnunýskipan eigur at vera: Hvussu fáa vit gagnnýtt okkara heimatilfeingi á ein búskaparliga burðardyggan hátt?

 

Eg vil næstan siga, at tað er líka mikið við tí lívfrøðiliga, tí hugsa vit einans búskaparliga, taka vit ikki meira úr hvørjum stovni sær hvørt árið, enn at hann eisini árið eftir kann geva nøktandi avkast. Tað lívfrøðiliga kann tískil brúkast sum ein stuðul at náa tí búskaparliga optimala, og má ikki vera eitt mál í sjálvum sær, uttan atlit til tað búskaparliga.

 

Tí ræður eisini um, at fiskivinnan fær so fríar ræsur sum til ber at skipa sín fiskiskap uttan nakra sum helst aðra avmarking enn mest loyvda veiðu og bann fyri at fiska ungfisk.

 

Avhøvdið tí hasa fiskidagaskipanina, sum hevur læst flotan í eina samanseting og stødd, sum hoyrir eini farnari tíð til, og sum ei heldur hevur víst seg at eydnast lívfrøðiliga. Áseti kvotur í staðin, sum verða lutaðar/seldar reiðarum, sum so sjálvir ráða fyri hvussu teir fáa hendur á fiskinum, bara teir ikki eru til ampa fyri náttúru og/ella aðra fiskivinnu.

 

Thormund Johannesen,

skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.