Er Bogi nú fólka­floksmaður?

Tann 1. apríl í ár segði Bogi Andre­asen við Sosialin, at tað var skamm­iligt, at Tjóð­veldi ikki vildi frítaka kirkj­ur og sam­komur fyri at gjalda MVG.

Tá gingu søgur um, at Bogi Andr­e­asen var á veg úr Tjóð­veld­i­num. Men hann he­v­ur sjál­v­ur ong­an­tíð vátt­að hetta – og heldur ikki av­sann­að tað.

Kortini hevur Bogi Andre­asen ikki dult fyri, at hans­ara stóri áhuga fyri pol­i­tikki saktans kann føra til, at hann stillar upp til løg­tings­valið eisini.

Einki bendir tó á, at hann still­ar upp fyri Tjóðveldi, og hann er ikki millum nøvnini, sum hig­artil eru komin fram í sam­bandi við upp­still­ing hjá Tjóð­veld­i­num.

Sambært fleiri lesara­brøv­um, hann hevur skriv­að sein­astu tíð­ina, so før­ir hann bein­leið­is fólk­a­floks­pol­i­tikk.
Fríggjadagin byrjar hann eitt les­ar­abræv soleiðs:

»Sosialistisku hógvarnir stungu und­an, tá Aksel V. Jo­hann­e­sen eft­ir floks­fund í gjár kunn­gjørdi, at Javn­að­­ar­­flokkurin fer at lætta skatt­in á miðalinntøkum og aftur­fyri at herða skattin á vinn­u­lívið«...

Vit eru samdi við Boga í, at tað er skeivt at skatta vinn­una so nógv, at hon hokn­ar og ikki megn­ar at halda sær uppi og har­við ar­beiðs­pláss­um, sum aftur eru trygd fyri, at vit kunnu varð­veita væl­ferð­ar­sam­fel­ag­ið, tí hetta er keðiligur øv­und­sjúk­u­pol­i­tikk­ur!

Men tað er meira pol­it­­isku und­ir­tón­ar­nir hjá vara­borg­ar­stjór­a­num í Havn – vald­ur fyri Tjóð­veldi – sum bera so nógv brá av fólk­a­floks­poli­tikki, at vit gita, at Bogi Andr­e­asen er á list­a­num hjá Fólk­a­flokk­i­num til løg­tings­valið.

– Kanska Bogi Andre­asen er in­spir­er­að­ur av Heðini Mort­en­sen, sum gjørdi kvett­ið við at skifta flokk. Kanska Sjúrður Skaale eis­ini ger kvettið. Hvussu verð­ur og ikki, so frætta vit alt hetta um fáar vikur.