Tað verður kendi, enski dómarin, Howard Webb, sum fær heiðurin at døma HM finaluna ímillum Spania og Niðurlond sunnukvøldið Altjóða Fótbóltssambandið, FIFA, kunngerð nú, at tað hevur litið tað upp í hendurnar á 38 ára gamla Webb, at standa á odda fyri slagnum um HM steypið.
Hetta má sigast at vera eitt herðaklapp til Webb, sum eisini dømdi Champions League finaluna ímillum Inter og Mayern Múnchen fyrr í ár.
Við sær á linjunum fær hann landsmenninar, Darren Cann og Michael Mullarkey.
Howard Webb hevur annars staðið á odda fyri trimum HM dystum í Suðurafrika. Hann dømdi dystin ímillum Spania os Sveis og dystin ímillum Italia og Slovakia í fyrsta umfari. Annars dømdi hann eisini Brasilia-Kili dystin í áttandapartsfinaluni.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1974, at ein onglendingur fær eina HM finalu at døma, skrivar DR í kvøld.
Tá var tað Jack Taylor, ið dømdi finaluna ímillum Vesturtýskland, sum tað nevndist tá, og niðurlond í Múnchen.
Annars verður tað Benito Archundia, úr Meksiko, ið verður dómari í dystinum um triðjaplássið leygarkvøldið.