Enok (1831-1900) var bóndasonur av Sundi. Foreldrini hjá honum vóru Berint Jacobsen (1790-1871) og Helene Maria Elisabeth Dam f. 1794. Tey giftust í 1817 í Kollfjarða kirkju. Berint festi í 1815.
Tey fingu tilsamans átta børn. Sonurin Hans Vang Bærentsen (1820-1850) tók við festinum. Tað er hansara ætt, sum í dag situr við garðinum á Sundi. Tað varð greitt nærri frá hesi ættini í røðini, vit í fjør høvdu við Jákup Reinert, ættaður av Sundi.
Gjørdist fólkatingsmaður aftaná svágin
Enok var í Danmark og lærdi handilsskap. Hann komin aftur til Føroya í 1856 at handla í Havn. Tá ið Niels Winther, svágurin, konurnar vóru systrar, legði frá sær sum fólkatingsmaður í 1857, var Enokkur, sum hann var kallaður, valdur til fólkatingsmann á einum eykavali, men H. C. Müller vann á honum longu árið eftir. Hóast han var uppstillaður fleiri ferðir aftur sum vinstrimaður móti Müller kom hann ikki aftur á fólkating. Enok var løgtingsmaður í 24 ár í fleiri umførum og varð mettur at vera leiðari hjá vinstrabólkinum í løgtinginum.
Seinast í 1850-árunum hevði hann saman við millum øðrum A. C. Lützen, fyrr umrøddur í hesi røð, verið leiðari í andstøðuni móti Dahlerup amtmanni, sum tískil legði frá sær.
Tað finst ein góð lýsing av Enokki frá brævaskiftinum 1879-97 við sonin Christian, sum las niðri.
Politikkur hevur ikki broytt seg nógv, sum tað sæst í brævi, sum Enok í 1882 skrivar til sonin:
Med hensyn til politik, da tier alt sådant her, undtagen i den tid at lagtinget er samlet. Og selv da er der ikke andet en småkævl; sidste lagtingssamling var i den grad blottet for spørgsmål af almindelig interesse…
Verður vaktur tjóðskaparliga
Í hesum brævaskifti sæst skilliga, hvussu ein unglingi verður vaktur tjóðskaparliga, hvussu hin gamli í fyrstani er ímóti, men gevur meira og meira eftir, til eisini hann er talsmaður fyri at geva móðurmálinum fríari ræsur.
Sonurin Christian hevði fingið eyguni upp fyri, at tað var margháttligt at skulla brúka eitt so fremmant mál sum tað danska í so nógvum førum.
Men gamli heldur at byrja við hetta vera vandamikla hugsan, tí andalig avbyrging og ensk ávirkan kann verða avleiðingin. Hann heldur at “færinger alt vel overvejet er både folkelig og politisk bedst tjent med at beholde det danske som kirke- skole- og retssprog.” Hann sigur seg tó onkuntíð hava hugsað sær tann møguleika at nýta føroyskt “ved alle mundtlige foredrag” í kirkju, á tingi og í rættinum.
Sum tingmaður segði hann seg ofta hava lagt til merkis, at “det færøske let lukker munden op på folk, som tav stille så længe, der kun taltes dansk”. Hann segði seg heldur vóna, at “den tid ikke må være fjern, da færinger indtog de betydeligste stillinger heroppe, for rigtig hjemme bliver de fremmede embedsmænd næsten aldrig.”
Var høvuðsrøðari á jólafundinum í 1888
Tað sæst, at Enok fyrst trýr lítið uppá hetta nýggja, og seinni gerst meira hugtikin.
Annan jóladag 1888 var tann sokallaði jólafundurin. Ein av innbjóðarunum var Enok Bærentsen. Hann var eisini høvuðsrøðari. Hann man hava verið ávirkaður av soninum.
Enok vísti í røðuni á, hvussu tað hevði gingið afturá við móðurmálinum. Føroyingar høvdu sjálvir ábyrgdina. Teir virdu málið ikki sum annað enn eitt gerandismál. Føroyskt átti at vera skúlamálið, eisini í undirvísingini í donskum, har miðast skuldi eftir at læra føroyingar at lesa og skriva danskt og at tala tað so nøkulunda. Danska málið kundu føroyingar ikki vera fyri uttan. Hetta var kulturmálið, sum setti føroyingar í samband við útheimin. Um kirkjumálið segði hann, at prestarnir skuldu sjálvir ráða fyri, hvat mál teir talaðu í kirkjuni. Eisini skuldi verið loyvt at nýta føroyskt í rættinum. Tað mátti verið lættari hjá 10-12 embætismonnum, sum vóru málkønir frammanundan, at lært seg føroyskt nøkulunda, enn at 11.000 føroyingar skuldu læra seg danskt so væl, at teir allir kundu tala tað.
Tann 6. januar 1889 var aftur fundur til tess at fyrireika stovnandi aðalfundin. Nú hevði rørslan fingið andróður, tí hon varð løgd undir at vera antidonsk.
Serliga var tað røðan hjá Enok Bærentsen, sum hann helt vera misskilta. Enok segði seg hava meint, at undirvísingin í donskum bygdi á ta følsku trúgv, at børnini dugdu danskt. Tí vildi hann, at børnini skuldu læra bæði føroyskt og danskt fyri at geva teimum atgongd til norðurlendskar bókmentir. Tann 27. januar var Føroyingafelagið stovnað.
Men Enok kølnaði skjótt í hesum máli. Bert ein mánaða eftir fundin noktaði hann fyri, at hann hevði kravt føroyskt kirkjumál. Nú legði hann eisini eftir tjóðskaparrørsluni, og legði hana undir at vilja beina fyri donskum í Føroyum. Tí kom eisini ilt millum hann og Rasmus Effersøe.
Gitt varð, at Enok kann eisini hava hugsað um framtíðina hjá sínum vónríka soni.
Bærentsens parti
Í 1895 heldur Enok at einki má takast frá donskum, tí tað hevði ført til “åndelig stagnation.”
Um aldarskiftið hevur Dimmalætting, har Enok var blaðstjóri 1894-1900, hug at slaka eitt sindur í málspurninginum og heldur, at føroyingar “ikke bør tilstræbe et “enten-eller,” men “et både-og” ”.
Enok doyði í 1901, men hann upplivdi at síggja sonin gerast amtmann í Føroyum. Hann skrivaði til hansara: “Gennemgående er folk glade for din udnævnelse. Men der er naturligvis undtagelser.” Millum hesi undantøk var “Müller klikan!” Hetta var andstøðan hjá Enoki. Í 1899 verður sagt, at á tingi eru tveir flokkar: “Müllers parti” og “Bærentsens parti.”
Enok hevði handil í Bringsnagøtu í húsinum, sum seinni kallaðist Arnes Minde”, og hann hevði eisini kafé við dansi í Gamla Danmark í Konradsbrekku. Tað kostaði 10 oyru at sleppa inn.
Var abbi Thorstein Petersen
Enok giftist í 1858 við Anna Cathrina Jacobina Poulina Kjærgaard (1831-1871) fødd í Keypmannahavn. Pápin var dani, men mamman var Maren Margretha Jacobsdóttir úr Havn. Hon var fødd í 1798 og doyði í Havn í 1845.
Tey fingu fýra børn. Umframt Christian vóru tað Helena f. 1866 og Valborg f. 1868, gift við Thomas Juul Petersen úr Klaksvík. Hann var sýslumaður og tingmaður. Ein sonur teirra var kendi politikkarin Thorstein Petersen. Yngsta barnið Maren Margrethe f. 1871, doyði dagin eftir, at hon var fødd. Hon er grivin saman við foreldrunum.
Tveir smáir synir Christian Bærentsen, Erik og Viggo, eru grivnir í gamla kirkjugarði. Tí fara vit seinni at umrøða pápa teirra.
Keldur:
Hans J Debes: Nú er tann stundin….
Viggo Christiansen: Ættaryvirlit
Ásla Húsgarð: Myndir
Komandi partur:
Í komandi parti fara vit at greiða Húsagarð og Eliesar Jacobsen, sum var ættaður haðani.