Enniberg kom á Havnina um middagin við 870 tonsum av flaki. Enniberg fór úr Føroyum beint eftir jól, teir fiskaðu fyrst í norskum sjógvi, fluttu í russiskan sjógv, tá samráðingarnar við norðmenn slitnaðu, men hava tað seinastu tíðina aftur fiskað í norskum sjógvi.
Enniberg fer í kvøld til Grimsby við lastini.
Tað hava verið 37 mans við hendan túrin, skipari er Sonny Johannesen.










