– Eg havi tikið støðu, men tit verða noydd at bíða, til listin hjá okkum verður almannakunngjørdur.
Tað sigur Bjørn Kalsø, tá vit í morgun spyrja hann, um hann fer at stilla upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu.
Tað er eitt ávíst trýst at fáa Bjørn Kalsø at stilla upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu.
Hann hevur fyrr sagt við in.fo, at hetta er ein nýggjur møguleiki, at hann kann stilla upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu. Hann hevur bústað á Syðradali, sum er í gomlu Húsa kommunu, sum hesaferð verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu.
Sambandsflokkurin hevur ligið lágt í Klaksvíkar kommunu – og á seinasta býráðsvali fekk flokkurin einki umboð í Klaksvíkar býráð.
Bjørn Kalsø endurtekur fyri in.fo í morgun, at hondum dámar væl løgtingsarbeiðið, og at hann als ikki hevði hugsað um at stilla upp til býráðsvalið.
Bjørn Kalsø er ættaður av Syðradali á Kalsoynni. Hann sat sum borgarstjóri í Húsa kommunu í næstan tvey skeið frá 1996, til hann í februar í 2004 gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Sambandsflokkurin hevur einki umboð í Klaksvíkar býráð. Fólkaflokkurin er størsti flokkur við 5 umboðum. Tjóðvelid hevur 3, Nýtt Sjálvstýri 2 og Javnaðarflokkurin 1 umboð.
Á seinasta løgtingsvalið fekk Bjørn Kalsø nógv flestar atkvøður í Klaksvík, 373 atkvøður. Á seinasta býráðsvalið fekk Sambandsflokkurin tilsamans bara 215 atkvøður í Klaksvíkar kommunu.
Tað ert í væl skiljandi, at sambandsfelagið í Klaksvík vil hava nýggja atkvøðuslúkin í kommununi á listan.