Enn eitt farmaskip keypt til Føroyar

Reiðaríið ’Frakt og Sand’ í Runavík hevur keypt 80 m langa farmaskipið m/v Dealer. Skipið sum var bygt í 1982, er keypt úr Týsklandi og kom á Havnina í morgun.

Nýggju eigarnir fara beinanvegin at stytta skipið við umleið 10 metrum og at gera ymiskar aðrar broytingar.

Hetta arbeiði verður gjørt á Tórshavnar Skipasmiðju. Umbyggingin verður gjørd fyri at laga skipi til teirrara flutnings tørv.

Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum skipaði fyri søluni av skipinum úr Týsklandi.