Enn eitt 13-tal

Bjarni, Mortan, Jytta og Benjamin ganga øll á SIT í Havn. Tey fingu 13 fyri eina uppgávu fyri einum góðum mánaði síðani, og tað fekk umrøðu í Sosialinum. Nú hava tey fingið enn eitt 13-tal fyri eina verkætlan

Fyri einum góðum mánaði síðani skrivaðu vit um ein verkætlanarbólk, sum fekk 13 fyri eina uppgávu um elorku í Føroyum. Fýra næmingar, sum ganga í Tekniska skúla, vóru í bólkinum. Nú hava tey fýra ikki gjørt mætari enn at vinna sær enn eitt 13-tal fyri eina verkætlan. Hesaferð skrivaðu tey í marknaðarlæru. Evnið var SMS, og tey skuldu velja tríggjar handlar, sum tey skuldu meta um.
Tey fýra, sum fingu 13 fyri síðstu verkætlan, Bjarni Skaalum, Mortan Olsen, Jytta Olsen og Benjamin Hansen, høvdu valt at arbeiða saman aftur hesaferð.
- Vit kenna hvønn annan væl, og vit arbeiða væl saman. Vit hava ymiskar styrkir, og soleiðis eru vit rættiliga væl fyri. Vit eru eins og ein persónur við fýra heilum, siga tey.
Tey fingu ikki nógva tíð at fyrireika seg, men tað gekk væl hóast alt.
- Vit høvdu gjørt film, og vit høvdu tónleik í bakgrundini. Vit høvdu eisini fingið jingluna frá SMS. Hesa fingu vit frá Grafikkstudio, og vit vilja fegin takka teimum, siga tey.
Tað koyrdi bara hjá okkum, tá ið vit komu inn til munnliga framløgu, siga tey.
Hesi fýra eru sjálvandi sera glað fyri byrjanina í Tekniska skúla. Tey hava fingið tvey 13-tøl, sum eru farin beinleiðis í prógvið. Hetta var als ikki nakað, sum tey høvdu væntað.
- Vit eru als ikki nørdar. Vit fingu ikki gott prógv í fólkaskúlanum, men hetta prógvar, at øll kunnu, um tey vilja gera nakað fyri tað, siga tey.
Góðu úrslitini fær tey eisini at hugsa um møguliga at fara undir víðari útbúgving.
- Tað var kanska meira ætlanin at fara í læru onkrastaðni, men góðu metini hjá okkum fær okkum at hugsa um at fara undir víðari útbúgving. Tað er í øllum førum hugaligt at ganga í skúla, tá ið tað gongur væl, siga tey fýra at enda.