Løgreglan í London stendur at kalla hjálparleys, eftir at fleiri tannáringar eru vorðnir myrdir í býnum í summar. Um vikuskiftið bleiv ein 18 ára gamal drongur funnin myrdur, og hetta er tað 24. tannáringadrápið í London í summar, sigur BBC. Tann 18 ára gamli var stungin, og hóast hann bleiv fluttur á sjúkrahús alt fyri eitt, fingu læknarnir einki gjørt. Ein 20 ára gamal maður er tikin, og hann skuldi avhoyrast í dag.