Enn ein Barcelona-spælari ákærdur fyri svik

Og hesa ferð verður ákæra eisini reist móti felagnum

Javier Mascherano er dømdur fyri skattasvik. Lionel Messi var í síðstu viku í rættinum, eisini ákærdur fyri skattasvik. Neymar er eisini dømdur fyri skattasvik í Brasi.

 

Nú ætlar ákæruvaldið í Spania at ákæra Neymar fyri skattasvik í sama málið, sum hann longu er dømdur fyri í Brasil. Umframt brasilska áleyparan verður ákæra væntandi reist móti pápa hansara, fyrrverandi forsetanum í Barcelona, Sandro Rosell, og felagnum sjálvum.

 

Talan er um viðurskifti rundan um hansara spælaraskifti frá brasilskum fótbólti til Barcelona. Íløgufelagið DIS átti 40 prosent av rættindunum fyri spælaran, tá hann skifti úr brasilska stórfelagnum Santos til Barcelona. Spanska ákæruvaldið vil vera við, at Barcelona og Santos duldu veruliga søluprísin fyri at svikað DIS fyri fleiri milliónir krónur.

 

Prísurin fyri Neymar var sambært Barcelona 425 milliónir krónur. 297 milliónir vóru fluttar til felagið N&N, sum pápi Neymar átti, meðan 127 milliónir krónur fóru til Santos.

 

Spanska ákæruvaldið vil tó vera við, at samlaði kostnaðurin fyri Neymar var 620 milliónir krónur og at seinastu 195 milliónir vóru deildar millum Neymar, familju hansara og Santos, fyri at DIS ikki skuldi fáa nakran ágóða av teimum.