ENI endurskoðar trygdina í Føroyum

Sjeyndi brunnurin – Meðan vit bíða eftir tí, sum óhappið í Meksikoflógvanum kann læra okkum, endurskoða vit allar mannagongdir, soleiðis at minkast kann um møguleikarnar fyri einum óhappi. Sum úrslit av hesum arbeiði, er Anne Marie brunnætlanin øll sum hon er endurskoðað og góðkend av boriserfrøðingum á ENI høvuðsskrivstovuni og við einum óheftum boriserfrøðingi sum triðja persóni sigur oddamaðurin aftanfyri boringina, sum nú fer í gongd á landgrunninum.

Í hesum døgum verður bor­urin aftur settur í føroysku undirgrundina. Hetta er sjeyndu ferð síðani 2000, tá fyrstu leitiloyvi vórðu latin at bora á landgrunninum. Tað er eitt samtak við tilsamans seks oljufeløgum undir leiðslu av italska felagnum ENI, sum stendur fyri hesi stóru verkætlanini.
Í tí sambandi hevur Sosial­urin hitt oddamannin aftan fyri boringina, Eugenio Antonielli.
Hann vísir á, at ENI er í Føroyum sum operatørur/ fyristøðufelag og hevur verið tað síðani 2000 og hevur øll hesi árini verið sera virk­ið. Felagið hevur gjørt íløg­ur í seismisk program og gjørt jarðfrøðiligar og jarð­alis­frøðiligar kanningar. ENI boraði eisini ein leit­ingarbrunn í loyvi 002 í 2003. ENI Føroya Deild hevur øll hesi árini havt skrivstovu í Vágsbotni í Tórshavn.
Sum operatørur í leitiloyvi 005 hevur ENI bundið seg til at bora ein leitingarbrunn, ið skal royna Anne Marie prospektið.
Brunnurin liggur einar 190 km í ein landssyning úr Føroyum á umleið 1100 metra dýpi. Eftir ætlan skal brunnurin røkka niður á eitt samlað dýpi uppá 3900 metrar.

Tórshavn – London og Milano
Boringin verður fylgd og umsitin av einum toymi í Tórs­havn, meðan “real time involvment”, sum leiðarin fyri arbeiðnum tekur til, verð­ur frá ENI skrivstovuni í London og frá Corporate Technical Services í Milano. Alt projektið verður framt í samstarvi við útgerðar­havnina í Runavík og Vága Floghavn, haðani tyrlurnar hjá Atlantic Airways flyta fólk til og frá pallinum um­framt at flogfar er leigað til at flúgva fólk millum Føroyar og Skotland.
Brunnurin verður boraður av West Phoenix pallinum, sum er eitt nýmótans “semi-submersible” far, bygt í Suð­urkorea í 2008, ið er ført fyri at bora á djúpum vatni heilt niður á 3000 metrar. Pallurin nýtir eitt sokallað “dynamic positioning system”, sum heldur pallinum sera neyvt uppá pláss við trýstarum, ið verða stýrdir av einum teldustýrdum kervi, ið fær data frá bæði GPS og akkustiskum sendarum, sum eru settir á havbotnin. Tað er norska felagið Seadrill, sum eigur pallin, ið bert hev­ur verið til eina aðra bori­uppgávu, síðani hann fór í drift.
Eugenio Antonielli sig­ur, at tað krevur nógv fyri­reikingararbeiði og logistikk at bora ein brunn á so fjar­skotnum øki, men ENI hevur útint slíkt arbeiði árini frammanundan, so tað hevur neyðugu royndirnar at fara undir enn eina boring.
Til hetta projektið hevur ENI nýtt alla sína ekspertisu viðvíkjandi at bora á djúpum vatni, eitt arbeiði, sum byrjaði tíðiliga í 8o-unum.

Trygdin fremst
Tryggleika-, heilsu- og um­­hvørv­­is­fyri­lit eru altíð framm­­ar­­laga, tá ENI legg­­ur til rættis og snið­gev­ur sítt virk­semi og inn­an­­hýsis krøv­ini, sum skulu tryggja eina trygga boring, eru sam­svar­andi teimum strangastu og mest framkomnu lógar­krøv­unum innan oljuídnaðin..
Sniðið, logistikkurin, heilsu-, trygd- og um­hvørv­isatlitini, sum skulu nýtast í sambandi við boringina av Anne Marie brunninum, eru gjølla kannað, soleiðis at hesi samsvara mannagongdum og støði, sum ENI brúkar kring heimin. Øll neyðug loyvi eru eisini játtað av føroyskum myndugleikum, her Jarðfeingi.
Og Eugenio Antonielli heldur fram: – Meðan vit bíða eftir tí, sum óhappið í Meksikoflógvanum kann læra okkum, endurskoða vit allar mannagongdir, ser­liga viðvíkjandi HP/HT og brunnum á djúpum vatni, soleiðis at minkast kann um møguleikarnar fyri einum óhappi. Sum úrslit av hesum arbeiði, er Anne Marie brunn­ætlanin øll sum hon er endurskoðað og góðkend av boriserfrøðingum á ENI høvuðsskrivstovuni og við einum óheftum bori­ser­frøð­ingi, sum triðja persóni.

Meksikoflógvin og Føroyar
– Lat meg nýta hetta høvi, sigur Eugenio Antonielli víð­ari, til at undirstrika høv­uðs­munirnar millum Anne Marie brunnin og Macondo brunnin í Meksikanska flógv­anum, har BP óheppið hendi. Macondo brunnurin varð boraður á 1500 metra djúpum vatni og rakk niður á umleið 6000 metra dýpið, meðan Anne Marie brunnurin verð­ur boraður á 1100 metra dýpi av einum “joint venture” liðið, sum verður stýrt av ENI í Føroyum. Brunnurin skal ætlandi røkka niður á 3900 metrar. Jarðfrøðiligu fláirnar, boraðar í Macondo brunninum, umboða eks­tremt høgt trýst og hita. Brunn­urin er tí klassaður sum ein “HP/HT” brunnur.
Anne Marie brunnurin í Føroyum verður boraður gjøgnum jarðfrøðiligar fláir, har tað er vanligt trýst. Hetta er grundað á fyrru bor­ingina hjá ENI í Føroyum og eisini á fleiri aðrar brunnar, boraðir í økinum av øðrum operatørum. ENI nýtir mest fram­komnu tøknina og manna­gongdir til at fyri­byrgja óhappum. Øll starvs­fólk og undirveitarar, sum eru knýtt at boringini, eru nágreiniliga kunnað um kravda nýtslu av fleiri strongum mannagongdum, sum tryggja hægsta trygdar­støði.
Harumframt, meðan borað verður, verða boridata send “in real time” frá boripallinum til ENI skrivsstovuna í Tórs­havn, London og høvuðs­skriv­stovuna í Milano. Hetta tryggjar, at alt EMI samtakið stuðlar undir og fylgir Anne Marie brunn-ætlanini so neyvt sum hugsast kann.
Eftirmeting
Boringin av einum leit­ing­arbrunni er fyrst og fremst ætlað at útvega undirsjóvar-data, og eitt umfatandi út­­veganararbeiði hesum við­víkjandi er ætlað Anne Marie brunninum. Hesi data verða so nágreiniliga kannað og eftirmett fylgjandi vikurnar og mánaðirnar, eftirc at Anne Marie brunnurin er liðugt boraður - fyri at staðfesta um eitt fund er gjørt og at avgera best gongdu leiðina frameftir.
Sosialurin hevði ynskt at fingið ENI at svara uppá enn fleiri spurrningar, eitt nú um teirra brúk av før­oyskum vørum og tæn­astum, hví tey halda føroyska land­grunnin verða áhuga­verd­an, nær felagið fer at almanna­kunngera úrslitið av boringini oa. Til tað sigur leiðarin fyri verkætlanini, at tey eru bundin av tagnarskyldu og eru í tí støðu, at tey ikki kunna úttala seg nágreiniliga um fleiri evni.