Tey tímaløntu eru fyri stórum vanbýti á føroyska arbeiðsmarknaðinum, samanborið við øll fastlønt starvsfólk, bæði á almennum stovnum og privatum fyritøkum. Tað snýr seg um lønarlag, starvs- og setanarviðurskifti, pensjónir, útbúgvingarmøguleikar, uppsagnarviðurskifti og nógv annað.
Ein ljótur mismunur á arbeiðsmarknaðinum
Ein av ljótu mismununum er, at tey tímaløntu - sum tey einastu á føroyska arbeiðsmarknaðinum -ikki eiga rætt til lønarendurgjald fyri at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag. Hetta er slík sjálvfylgja hjá øllum øðrum, at vit hugsa als ikki um tað. Men tað kostar eina dagløn fyri tann tímalønta – sum frammanundan hevur ta lægri lønina og ongan tryggleika í starvinum. Meðan starvsfólk bara nýtast at taka telefonina og siga frá: tíverri, eg kann ikki koma í dag - og kortini fáa fulla dagløn, uttan váttan av nøkrum slag.
Nú skal tað vera slutt við hesum mismuni
Týsdagin t. 18. jan. fer løgtingið at viðgerða ikki minni enn tvey lógaruppskot, um at tímalønt skulu eiga rætt til lønarendurgjald fyri barnsins fyrsta sjúkradag. Annað er frá mær sjálvum vegna Javnaðarflokkin, og hitt frá Miðflokkinum. Annað uppskotið frá flokki í samgongu, hitt frá flokki í andstøðu. Tí ivist eg ikki í, at eftir nógvar miseydnaðar royndir fer nú endiliga at eydnast, at fáa ein meiriluta tvørtur um samgongu og andstøðu fyri málinum. Tí eri eg so vónríkur í yvirskriftini omanfyri.
Í 5 ár reist 5 ferðir í løgtinginum
Nógvar royndir hava verið gjørdar at fremja hetta málið í løgtinginum, higartil uttan úrslit.
Uppskot til samtyktar varð lagt fyri løgtingið av Miðflokkinum í okt. 2006. Tað varð felt við 16 atkvøðum ímóti og 3 fyri. Grundgevingin frá meirilutanum var, at eg sum landsstýrismaður tá var farin ígongd við at fyrireika málið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum legði eg so lógaruppskot um hetta málið fyri løgtingið í nov. 2007, vegna tásitandi ABC-samgonguna. Uppskotið var ikki liðugt viðgjørt í løgtinginum, áðrenn Sambandsflokkurin framprovokeraði, at val varð útskrivað, so málið datt burtur.
Í teirra andstøðu undir CHE-samgonguni løgdu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin uppskot fram um sama mál, tó broytt soleiðis, at nú skuldi Almannastovan (!) og ikki arbeiðsgevarin gjalda fyri barnsins fyrsta sjúkradag. Tað varð felt við 17 ímóti og 13 fyri.
Uppskot til samtyktar varð lagt fram av Miðflokkinum í febr. 2009, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skuldi koma við lógaruppskoti, sum tryggjaði tímaløntum rætt til løn barnsins fyrsta sjúkradag. Eftir einmæltum áliti frá Vinnunevndini samtykti løgtingið málið við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti!
Aftur í juni 2010 legði Miðflokkurin uppskot til samtyktar fyri løgtingið um sama mál. Hesaferð, at landsstýriskvinnan í almannamálum skuldi leggja lógaruppskot fyri løgtingið. Hóast hetta var andstøðumál, so tók Javnaðarflokkurin sum einasti samgonguflokkur undir við málinum, so tað varð samtykt við 18 fyri og 12 ímóti.
Landsstýrisfólk nokta at fylgja løgtingssamtyktum
Løgtingið hevur sostatt í 2009 og 2010 tvær ferðir samtykt, at landsstýrisfólkini Rósa Samuelsen í almannamálum og Johan Dahl í vinnumálum skulu leggja lógaruppskot fyri tingið, so tímalønt skulu fáa rætt til barnsins fyrsta sjúkradag. Men bæði landsstýrisfólkini nokta at gera tað, sum tingið hevur samtykt. Rósa Samuelsen hevur enntá sagt tað bart út á fundi í Trivnaðarnevndini, at hon ætlar ikki at koma við slíkum lógaruppskoti, tí tað heldur hon ikki er hennara uppgáva.
Samgonguflokkar vilja ikki vera við
Eg havi spurt landsstýrisfólkini, um tey ætla at koma við hesum lógaruppskoti, sum løgtingið hevur álagt teimum. Nei, tað ætla tey ikki. Tí havi eg tikið mítt egna uppskot frá 2007 framaftur og broytt tað soleiðis, at tað ikki krevur nevnisverdar umsitingarligar útreiðslur. Eg havi spurt mínar samgongufelagar í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, um teir vilja vera við til at leggja uppskotið fram. Nei, tað vilja teir ikki. Tí er onki annað at gera, enn at gera tað sjálvur vegna mín flokk, Javnaðarflokkin.
Hvør skal gjalda barnsins fyrsta sjúkradag
Í grannalondunum hava tímalønt eins og fastlønt rætt til barnsins fyrsta sjúkradag, og tað er í øllum førum skylda arbeiðsgevarans at rinda fyri hesum rætti hjá starvsfólkunum – sjálvsagt. Í tjakinum her heima vilja teir borgarligu, Fólkaflokkur og Sambandsflokkur, hava at tað almenna skal gjalda fyri hetta, tí, siga teir, tað er eitt sosialmál og ikki eitt arbeiðsmarknaðarmál.
Nú nýtist hetta ikki at vera so innviklað. Frammanundan hava vit eina lóg um sjúkadagpening, og hon áleggur arbeiðsgevaranum at gjalda fyri fyrsta og annan sjúkradag hjá starvsfólkunum. Tí vil barnsins fyrsti sjúkradagur, tá hann verður tryggjaður sambært sjúkadagpengalógini, av sær sjálvum koma undir skylduna hjá arbeiðsgevaranum.
Hava arbeiðsgevarar ikki ráð?
Arbeiðsgevarar grenja illa um, at slíkt hava teir ikki ráð til. Lat okkum hyggja at, hvussu føroyskir arbeiðsgevarar standa í mun til teirra felagar í hinum Norðanlondunum, tá tað snýr seg um lønarendurgjald fyri sjúku hjá teirra starvsfólkum:
Argumentið hjá borgarligum politikarum eins væl og hjá arbeiðsgevarum, at teir ikki hava ráð at rinda fyri barnsins fyrsta sjúkradag, tykist tí púra ógrundað. Norðurlendskir arbeiðsgevarar gjalda úr 9 upp í 30 arbeiðsdagar, tá løntakarin er vorðin sjúkir. Og teir gjalda eisini fyri barnsins fyrsta sjúkradag, í flestu førum eftir sáttmála.
Við lóg ella eftir sáttmála?
Tað hevur verið ein afturvendandi undanførsla hjá borgarligu flokkunum, at tað almenna skal ikki blanda seg í barnsins fyrsta sjúkradag, tí tað eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at klára sjálvir. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur ofta ført hetta fram sum grundgeving fyri, at hon onki vil gera við málið.
Vit vita av royndum, at hóast tað mangan hevur verið við í sáttmálasamráðingunum millum partarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, so hava arbeiðara- og hondverkarafeløgini ongantíð fingið arbeiðsgevaran til at geva teim tímaløntu endurgjald fyri barnsins fyrsta sjúkradag. Sum landsstýrismaður á økinum royndi eg sjálvur at fáa semju millum partarnar um málið. Til fánýtis.
Nú skal løgtingið taka sær um reiggj!
Tí kunnu vit ikki lata standa til longur: tað kann ikki góðtakast, at ein so stórur partur á arbeiðsmarknaðinum framhaldandi skal liva við hesum mismuni. Tí er tað neyðugt, at løgtingið tekur sær um reiggj, og ger av, at tímalønt skulu eiga sama rætt sum fastlønt, tá tað snýr seg um barnsins fyrsta sjúkradag.