Um vikuskiftið spæla Frændur sínar seinastu tvær konsertir í hesum umfari. Endaveitslurnar verða á Tvøroyri og í Fuglafirði Frændur hava seinasta mánaðin havt stórar føðingardagskonsertir í sambandi við teirra 25 ára hátíðarhald. Konsertir hava verið í Havn, Klaksvík og á Kambsdali. Um vikuskiftið verður endabresturin á konsertferðini.
Fríggjakvøldið spæla Frændur á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Har fara Brandur og Tróndur Enni at hita upp fyri Frændum, sum fara at spæla nýggjar og gamlar sangir fyri suðuroyingum.
Leygarkvøldið verður stór konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkurin Onion Tree fer eisini at spæla á tiltakinum.