Spurningurin var tí sendur til Føroyamálsdeildina, har Marius Staksberg gav okkum hetta svarið:
»Í staðarnavnasavninum á Føroyamálsdeildini verður bygdin stavað Fámara eins og í atlasinum, men Føroysk orðabók hevur, sum tú sigur, Fámará.
Har er ein á, og bygdin hevur helst fingið navn eftir ánni, á sama hátt sum bygdir við -vík og -fjørður hava fingið navn eftir eini vík ella einum firði.
Í dag eitur áin Áin í Fámara (sbrt. Staðarnavnasavninum á Føroyamálsdeildini), men upprunaliga hevur hon uttan iva itið Fámará.
Fyrri liður Fám- er óivað skylt við navnorðið fám 'tað at á el. fossur fámar, vatn ið fýkur frá ánni, tá ið nógvur vindur er (og kemur niður sum tunt sirm)' og fáma '(t.d. um á) rúka, fúka upp (av vindi)'.
Sagt verður, at áirnar vestanfyri á Suðuroynni fáma meira enn aðrastaðni í oynni, og kanska hevur navnið Fámjin eisini samband við fám og fáma.
Tá ið Føroysk orðabók hevur eina stavseting og atlasið eina aðra, ber helst illa til at siga, at onnur er skeiv, men eg rokni við, at stavsetingin í orðabókini er upprunaligari.«










