Endaligu samráðingarnar verða síðst í næstu viku

Tað verður síðst í næstu viku, at semingsmenninir fara undir endaligu samráðingar við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin, um nýggjar sáttmálar fyri yvirmenninar hjá Strandferðsluni. Tað sigur Alfred Petersen, semingsmaður.

Fundur hevur verið í dag, har hava allir partar sitið við sama borð og hava greitt semingsmonnunum frá sínum sjónarmiðjum.

Alfred Petersen sigur, at niðurstøðan hjá semingsonnunum eftir fundin, er, at nakað er at byggja víðari á og tí hava teir biðið partarnar verða til reiðar at koma til samráðingar síðst í næstu viku, men akkurát nær er kortini ikki heilt greitt.

Tá verður so samráðst til tað røkkur ella støkkur og tað kann taka fleiri samdøgur.

Partarnir hava annars staðið langt frá hvørjum øðrum. Fakfeløgini hava sagt, at arbeiðstíðin skal styttast nakað fyri at fylgja altjóða sáttmálum og tey vilja heldur ikki finna seg í, at yvirmenn verða settir niður í tíð, uttan eftir avtalu við tey. Hinvegin hevur leiðarin á lønardeildini sagt, at skal arbeiðstíðin styttast, skal lønin lækkast, tí tey bæði skulu fylgjast.