Endaliga viðurkendur sum Olympisk ítróttagrein

Á komandi olympisku leikunum verður strandarflogbóltur ? beach volley ? ein av formliga góðkendu ítróttagreinunum

 

Strandarflogbóltur


Lausanne, Sveits, 18. januar 2001 - Altjóða Olympiska Nevndin, IOC, hevur staðfest, at strandarflogbóltur skal roknast sum fullgildug Olympisk ítróttagrein frá OL í 2004 at rokna.

Í einum brævi sum formaðurin í IOC, Juan Antonio Samaranch, sendi til formannin í Altjóða Flogbóltssamgonguni FIVB, Dr. Ruben Acosta, verður formliga staðfest, at strandarflogbóltur verður at rokna sum fullgildug Olympisk ítróttagrein , frá Olympisku Leikunum í Athen í 2004 at rokna. Hesa avgerð tók starvsnevndin í IOC í seinasta mánaði.


Samaranch fegin

"Eg eri fegin um at kunngera, at undir seinasta fundinum hjá starvsnevndini í IOC, sum var hildin frá 11. til 13. desember 2000 í Lausanne, varð avgerð tikin um at staðfesta strandarflogbólt sum Olympiska ítróttagrein", skrivaði IOC formaðurin.

Strandarflogbóltur fekk í 1996 innivist í Olympisku Leikunum í Atlanta sum ein royndargrein; - ein støða sum eisini var galdandi undir OL í Sidney 2000.

IOC byggir sína niðurstøðu um at fullgilda strandarflogbólt sum OL-grein á tann alsamt vaksandi mannatokkan, sum strandarflogbóltur hevur vunnið sær, og sum varð so dyggiliga staðfestur undir Olympisku Leikunum í Sydney 2000.