? Eg var eitt sindur bangin, sigur Páll, sum er sjey ár.
Páll var týsdagin sloppin við pápa sínum til arbeiðis, tí hann hevði fingið tíðliga frí úr skúlanum. Pápin, Erling Eysturoy, var og koyrdi vøru runt í Eysturoynni, og hevði júst verið í Runavík og á Skála tá óhappið hendi.
? Vit vóru á veg norðeftir til Leirvíkar við einum skutara og nøkrum pakkum. Tá tók ein hvirla í reyvina á bilinum, og tók hann á flog. Hvirlan lyfti bilin uppfrá, og vit snaraðu nakrar ferðir runt, greiðir Erling Eysturoy frá.
? Eg vónaði, at bilurin fór at taka í autoverjuna og ikki fara útav, men so var ikki. Tá eg hugdi út gjøgnum forrútin, vóru vit eini 2-3 metrar frá garðinum, og tá hugsaði eg bara, at her fer at vera ein rættiligur brestur.
Bilurin endaði beint niðri í kirkjugarðinum. Øll gronin á bilinum er kroyst, og tá hugt verður eftir honum, kann róliga sigast, at feðgarnir báðir eru slopnir væl frá óhappinum.
Ongan skaða
? Tað kendist ræðuligt. Bilurin fór bara á flog, og serliga tað, at sonurin var við var ræðuligt. Tað fyrsta eg gjørdi tá bilurin stóð stillur aftur var at hyggja yvir á hann. Instrumentbrettið var kroyst fram til setrið, og eg væntaði, at hann sat kleimdur aftanfyri, sigur Erling.
Páll var so mikið raskur, at hann fór als ikki at gráta, men greiddi bara pápanum frá, hvar hann hevði ilt. Teir vóru báðir fluttir á sjúkrahúsið til kanningar. Røntgenbíløt vórðu tikin av Páll fyri at síggja um nakkin møguliga hevði tikið skaða, men so var ikki.
? Løgið, men onki var hent við honum. Tað var eitt undur. Hann hevði eitt sindur ilt í høvdinum, og eg eri eitt sindur eymur í høvdinum, beinunum og akslunum, sigur Erling.
Páll, sum sær út til at vera ein fittur smæðin drongur, hevði fingið sær frí úr skúlanum í gjár fyri at koma yvir skelkin.
Tá bilurin var steðgaður aftur niðri í kirkjugarðinum, helt Erling, at tað var best um teir mundu bíða til onkur kom, tí onkur hevði heilt vist sæð óhappið. Men so byrjaði tað at lukta av royki í bilinum, so faðir og sonur sluppu sær úr bilinum sum skjótast.
Bilurin er vrak. Hann er púra skeivur. Eitt hjól er kroyst ein hálvan metur uppfrá, og skava er av honum alla møguliga staðni.
? Eg visti, at tað var nógvur vindur, men eg helt ikki tað var so galið. Ein slíkur bilur tekur eisini nógvan vind á seg. Í Runavík høvdu vit borðið nakrar byggiplátur úr bilinum, og tá tú kanst bera byggiplátur í vindi, so kann tað ikki vera so ringt, heldur Erling.
Hann sigur at enda, at tað var eitt sindur synd fyri dreingin, sum skuldi hava skutaran. Skutarin hevði júst verið í Havn til umvælingar, men eigarin má nú bíða eitt sindur afturat áðrenn hann fær skutaran aftur.
Men tíbetur hendi onki við Erlingi og Páll, sum báðir kundu verið kroystir og kleimdir í bilinum niðri í kirkjugarðinum í Gøtu.