Emmanuel Macron vann á høgraveinginum á forsetavalinum

Franski forsetin, Emmanuel Macron, lovaði í røðu eftir valsigurin, at hann fer at vera forseti fyri øll

Emmanuel Macron hevur tryggja sær ein sannførandi sigur á forsetavalinum í Frankaríki í gjár. Tað er greitt, eftir at atkvøðurnar eru taldar í morgun.

Sambært tølum frá franska innanríkismálaráðnum hevur Macron soleiðis fingið 58,55 prosent av atkvøðunum.

Harvið hevur hann vunnið á mótstøðukvinnu síni á høgraveingi, Marine Le Pen, við greiðum meiriluta og hevur tryggjað sær fimm ár afturat sum forseti. Hon fekk 41,45 prosent av atkvøðunum.

Hann er fyrsti forseti í 20 ár, sum hevur endurvunnið forsetasessin.

Hann vann eisini á Le Pen í 2017, tá sigurin var munandi størri, og hann fekk 66,1 prosent av atkvøðunum og hon 33,9.

Valluttøkan var 71,9 prosent. Tað er lægsta valluttøka á einum fronskum forsetavali síðani 1969.

Í sigursrøðu síni í gjárkvøldið viðgekk Marcron, at nógv hava atkvøtt fyri honum fyri at halda høgrapolitikaran og nationalistin Le Pen burtur frá forsetaborgini.

Hann takkaði samstundis teimum, sum høvdu atkvøtt fyri sær og lovaði, at hann fer at standa í skuld til teirra komandi árini.

Tann afturvaldi forsetin segði eisini, at tey næstu fimm árini »ikki bara verða eitt framhald av seinastu fimm árunum«.

– Nú eri eg ikki longur bara valevni fyri ein flokk. Eg eri forseti fyri øll.

##med2##

Hann lovaði, at hann fer at leiða Frankaríki við »endurnýggjaðum metodum«, og segði, at »eitt nýtt tíðarskeið« stendur fyri framman.

Eftir sigursrøðuna í París segði Macron við donsku útvarpsstøðina Radio4, at hann gleðir seg til at halda fram við samstarvinum við Danmark næstu fimm árini.

– Eg fegnist um framhaldandi at kunna samstarva við donsku stjórnina og danska fólkið í so truplum tíðum, sum eg veit, at Danmark hevur stúrt fyri, serliga á verjuøkinum, segði hann við Radio4 í París og legði afturat:

– Tit kunnu rokna við Frankaríki.

Leiðarar úr stórum pørtum av heiminum hava ynskt Macron tillukku við sigrinum. Teirra millum hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ynskt Macron tillukku og nevnt hann »ein sannan vin«.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, skrivaði í nátt á Twitter, at hann gleðist um at halda fram við samstarvinum við Frankaríki. Forsetin sigur samstundis Frankaríki vera »elsta sameinda og ein týdningarmiklan samstarvsfelaga« hjá USA.

/ritzau/Reuters

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron, lovaði í røðu eftir sigurin, at hann skal vera forseti hjá øllum fraklendingum. - Foto: Christian Hartmann/Reuters

Franski forsetin, Emmanuel Macron, lovaði í røðu eftir sigurin, at hann skal vera forseti hjá øllum fraklendingum. - Foto: Christian Hartmann/Reuters