Emil úr Lønnebergi vitjar í Fuglafirði

Í komandi viku fer Klaksvíkar Sjónleikarfelag á pall við leikinum um kendu typuna Emil úr Lønneberg.

Høvuðsleiklutin sum Emil hevur 12 ára gamli Hans Christiansen úr Klaksvík.

- Hetta er ein sera góður leikur, og eg gleði meg at spæla Emil frammanfyri fólki, sigur tann nýggi Emil.

Í hesum døgum eru fólk í hópatali í ferð við at leggja seinastu hond á pallmyndina, búnarnar, ljóðið, ljósið og túsund onnur ting, men hósdagin í komandi viku skal alt verða liðugt til frumframførsluna.

Nógv verður gjørt burtur úr pallinum, og millum tey meiri drastisku tingini er flaggstongin, hagar systir Emil, Ida verður hivað upp í.