Embætismenn hjá Saddam til arbeiðis aftur

Irakiska parlamentið veitir nú fyrrverandi limum í Baathflokkinum hjá Saddam Hussein uppreins, so hesir aftur kunnu taka við almennum størvum Shia- og sunnimuslimskir limir í Irakiska parlamentinum settu til viks sínar ósemjur og samtyktu í felag eina leingi væntaða og ynskta lóg, sum gevur limum í Baathflokkinum hjá Saddam Hussein uppreisn.

Lógin hevur við sær, at leiðandi Baathlimir aftur kunnu fáa almenn størv, sum teir anars hava verið hildnir burtur frá, síðani Saddam Hussein varð koyrdur frá.

USA hevur leingi stringt á fyri at fáa nýggju lógina setta í gildi, sum amerikumenn halda verða avgerðandi fyri eini framhaldandi semju millum etnisku og átrúðnarligu bólkarnar í Irak.

Fleiri túsund sunnimuslimskir embætismenn og limir í Baathflokkinum vórðu koyrdir úr teirra størvum beint eftir, at Saddam Hussein varð rikin frá maktini í 2003.

Mongu koyrdu embætismenninir førdu til, at almenni sektorurin nærum raplaði saman, og hetta førdi aftur til stórar trupulleikar fyri undirvísings- og heilsusektorin, skrivar Jyllandsposten.